Flogbóltur
Vann Fleyr dystin í Sørvági, so mundi seinasti ivin um gullið verið fullkomuliga burturi. Hesum mundi fáur ivast í. Heldur ikki sørvingar.
Men heldur enn at boyggja seg fyri yvirvaldinum, settu vertirnir øll segl til. Longu í fyrstu bóltunum løgdu teir trýst á Fleyr, og hetta trýstið hildu teir at kalla allan dystin. Fleyr gjørdi eitt lítið sprell, tá teir tókuk næsta settið, men meira enn tað sama gjørdist tað ikki til. Fyri aðru ferð í vetur noyddust teir stigaleysir úr Sørvági, og fyri sjálvsálitið mundi hetta vera ein sonn strika í rokningina.
Munurin til næstu liðini er nú bara trý stig. Og tá sørvingar hava ein dyst til góðar, er hetta ikki tað stóra at geva av. Hartil hevur Fleyr enn steypakappingina í tonkunum, og tað kann hugsast, at tankarnir ikki eru nóg savnaðir um landskappingina, so leingi sum dysturin á Hálsi framvegis stendur fyri framman.
Á Kambsdali var Nøvan á vitjan, og har var eingin spenningur um úrslitið. Nøvan tapti fyri 11. ferð í ár, og fyri 11. ferð gjørdist úrslitið 3-0 til mótstøðuna.