SÍ helt sessinum

Sum besta liðið í 1. deild í vetur skuldu kvinnurnar hjá Fleyr royna at endurvinna sessin í meistaradeildini, tá tær um páskirnar spældu upp- og niðurflytingardyst móti SÍ.
Einki er at ivast í, at Fleyr ? sum fyri fyrstu ferð hevur besta liðið í næstbestu deildini ? hevði vónir um at koma uppaftur í meistaradeildina, men tað eydnaðist so ikki á hesum sinni.
SÍ vann nevnliga dystin 3-0, og hava tær sostatt framvegis lið í bestu deildini, har málið er at menna ungu leikararnar, soleiðis at tær um nøkur ár kunnu gera seg meira galdandi í ovaru hálvu av stigatalvuni.
Tað var tó dyggur smeitur hjá Fleyr, at tær tíðliga í dystinum mistu Rúnu Hentze, sum fekk skaða. Fram til hetta hevði talan verið um ein javnan dyst, og hóast Fleyr aftur í øðrum setti royndi at trýsta, so gav hetta ikki úrslit. SÍ var snøgt sagt betri fyri, og ikki minst í álopsspælinum fyri netinum var sjónligt, at munur var á.
Endaliga úrslitið gjørdist 25-14, 25-22 og 25-15 til SÍ, sum altso framvegis hevur lið í bestu kvinnudeildini, tá felagið fer undir sítt 101. ár sum virkið ítróttarfelag.