Fleyr b-SÍ 0-2
Sum væntað høvdu sørvingar ongar trupulleikar yvirhøvur við at vinna á Fleyr b í dystinum teirra millum sunnudagin.
Sørvingarnir vunnu greiðan sigur og settu seg enn tryggari á annað plássi har teir hava sitið tey seinastu bæði umførini.
Orsøkin til sigurin var heilt einfalt tann, at sørvingar vóru betri enn Fleyr á øllum plássum.
Teir eru nógv meira avgjørdir í álopinum, og tá móttøkan hjá teimum riggar sum hon skal er einki at gera hjá einum liði sum Fleyr b, sum er mannað við ungum óroyndum leikarum.
Kunnu betrast
Fyri tað at tað gongur ímóti í løtuni, so er kortini eingin orsøk at missa móti.
Leikararnir kunnu gerast nógv betri, men tað krevur rættar umstøður. Tað er nevniliga ikki bara sum at siga tað at spæla í ovastu deildini har spælið gongur so ótrúliga nógv skjótari enn tað ger í lægru deildunum.
Tak til dømis Steinar Eirikstoft, sum seinastu tvey árini hevur spælt við besta liði felagsins. Hann hevur ment seg til at vera ein av tryggastu leikarunum á a-liðnum, sum í løtuni liggur greitt á odda í landskappingini.
Til ta tíð mugu leikararnir koyra á, og gera tað teir kunnu fyri at hanga í.
Mótstøðulið teirra sunnudagin var í júst somu støðu fyri einum ári síðani, tá teir vóru teir nýggju og óroyndu í landskappingini.
Úrslitini vóru ikki so góð í byrjanini, men tey komu. Fyrsta árið er nú farið ruddiliga afturum, og næstaftasta plássið frá í fjør er skift út við næstfremsta plássið í kappingini í ár.
Um sørvingarnir fara at vera liggjandi har, skal vera ósagt, men tað sær gott út í løtuni.










