Bygdasøgan, sum Nes kommuna hevur latið skrivað um bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes, verður útgivin í kvøld, hóskvødið 4. mai klokkan 19.30 í Tofta skúla.
Bygdasøgan telur trý bind. Tvey tey fyrstu er bygdasøga og tað triðja bindið, sum kemur seinni í ár, verður ættarsøga.
Tað er rithøvundurin, Helgi Jacobsen, sum hevur skrivað Bygdasøguna. Ættarsøguna hevur Torleif Hansen skrivað og lagt til rættis.
- Bind 1 og 2 koma út í kvøld, og á útgávudegnum í kvøld fæst hvørt bindið fyri serprís. Tey, sum hava goldið og bílagt bøkur, fáa eisini bøkurnar útflýggjaðar í kvøld, siga tey í Nes kommunu.
Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, ivast ikki í, at søguverkið um bygdirnar verður ein varði fyri Nes kommunu og tess íbúgvar.
- Søguverkið verður ein varði fyri einstøku bygdirnar í kommununi og fyri tað fólk, sum her búleikast og í framtíðini kemur at búleikast í okkara bygdum, sigur borgarstjórin.