Søguslóðir í Sandoynni

Feðraráðið og Fornminnissavnið eru farin undir eina felags verkætlan, ið skal gera Sandoy, Skúvoy og Dímun meira sjónligar. Ætlanin byggir á fornfrøðiligu virðini og føroyingasøgu.

Føroyingasøga, fornlutir, frásøgnir og náttúran eru grundarsteinar undir verkætlanini, ið Ferðaráð Føroya og Føroya Fornminnissavn eru farin undir, og sum tekur støði í Sandoy, Skúvoy og Dímun.
Verkætlanin, ið er partur av eini felags norðurlendskari og ES-verkætlan, ber heitið "Søguslóðir ? søgur og frásøgnir", á enskum "Destination Viking ? Saga Lands ? Sagas & Storytelling".

Skelting
Ætlanin er at gera sonevndar søguleiðir, bæði fyri føroyingar og útlendska ferðamannin. Túrar, har greitt verður frá søgu, har gomlu sagnirnar verða knýttar uppí, og har komið verður inn á føroysku mentanina.
Ætlanin er at gera túrar eftir gomlu varðagøtunum í Sandoynni, skipast skal fyri túrum til Skúvoyar og til vestursíðuna av Sandoynni og eisini skal skipast fyri frásøgutúrum, har greitt verður frá funnu fornlutunum við kirkjuna á Sandi.
Í hesum sambandi ætla Ferðaráðið og Fornminnissavnið, saman við Náttúrugripasavninum, at skipa fyri umfatandi skelting í Sandoynni.
Tá komið verður í land av Teistanum í Skopun, skal eitt stórt skelti greiða frá oynni og hvat hon hevur at bjóða og í hvørjari bygd skulu bygdatalvur setast upp. Eisini skulu skelti greiða frá gomlu bygdagøtunum, tvær søguligar talvur, har millum annað greitt verður frá fornfrøðiligur virðunum við kirkjuna á Sandi, skulu setast upp, og til seinast skulu 12 søgu- og náttúruskelti setast upp. Hesi seinastu skulu hvør sær fortelja eina søgu um eitthvørt áhugavert har á staðnum.
Harumframt skulu faldarar gerast, umframt at peningur skal nýtast til marknaðarføring. Ætlanin er at ein samskipari skal taka sær av uppgávuni í tríggjar mánaðir.
Seinasta fríggjadag varð ætlanin løgd fyri umboð fyri kommunurnar í Sandoynni, og um kvøldið varð almennur fundur á Sandi, ið snúði seg um forna útgrevsturin við kirkjuna og um ætlaninar at fáa fleiri vitjandi í oynna.

Fígging
Samlaði kostnaðurin av skeltingini er 812.000 krónur. Leysliga mett letur felags norðurlendska og ES-verkætlanin 120.000 krónur, Landsverkfrøðingurin letur rammurnar til skeltini, ið hava virði uppá umleið 50.000 krónur, og ætlandi skulu kommunurnar í Sandoynni bera tilsamans útvið 150.000 til skelting osv. Sostætt mangla framvegis umleið 500.000 krónur, til øll skeltingin skal gerast veruleiki.
Birita Nolsø, ið hevur samskipað ætlanina vegna Ferðaráðið, hevur vónir um at tað fer at eydnast at fáa fígging til vega. Í næstum verður søkt um pengar úr ymsum grunnum og frá felagsskapum, og síðan verður farið til verka.
Ætlanin er at hava øll skelti klár og sett upp á vári næsta ár. Eisini arbeiða Ferðaráðið og Fornminninssavnið, saman við fólki á staðnum, við ætlanum um at kveikja lív í aftur frásøgukynstrið, har fólk á staðnum at greiða frá søgum haðani.