Ítróttarklumman
Við vanda fyri at koma undir ákæru fyri nalvaskoðan mugu vit kortini staðfesta, at talan var um sera stolta løtu fyri alt konseptið kring Miðlahúsið, tá røddin hjá Hilmari Jan Hansen rungaði runt landið við beinleiðis frásøgn frá dystinum millum AB og 07 Vestur sunnudagin.
Hetta var nevnliga fyrsta ferðin, at beinleiðis útvarping frá føroyskari ítróttarhending varð send á aðrari rás enn teirri almennu.
Møguleikin fyri hesum er sum so beint yvir 10 ára gamal, tí fríggjadagin í farnu viku vóru júst 10 ár síðani, at táverandi Atlantic Radio fyri fyrstu ferð sendi sínar bylgjur út á FM 102.
Nýstovnaða rásin royndi seg eisini við frásagnum fyrstu tíðina, men øll loyvi hesum viðvíkjandi vóru ikki í rættlag, og tí varð tann tátturin líka sum kvaldur í føðingini.
Síðani Sosialurin fyri hálvum øðrum ári síðani keypti Rás2, hevur ítrótturin fylt sín náttúrliga part av sendiflatuni. Bæði sum náttúrligur partur av tíðindapartinum og sum innihald í sjálvstøðugum sendingum.
Ikki minst hevur profileringin verið stór í triðja hálvleiki, sum byrjaði í fjør, og har ljóskastarin fyri tað nógva hevur peiggjað móti fremstu fótbóltsdeildini. Og tað kanska í ov stóran mun vildi onkur sagt.
At senda beinleiðis hevur alla tíðina verið nakað, sum vit hava sæð sum ein upplagdan møguleika í heusm, men fram til í gjár var hetta meira ein vón og ein dreymur.
Betraða tøknin, ágrýtnu starvsfólkini og møguleikin at avgreiða dystir klokkan 17 sunnudag lótu tó av álvara upp fyri møguleikanum, og so var – sum maðurin segði – bara at fara ígongd.
Amerikumenn plaga at siga, at einastu skotini, sum ikki kiksa, eru tey, sum tú ongan tíð roynir. Hesa ferð sat skotið í øllum førum rættiliga væl, og longu nú eru vit í ferð við at eftirmeta og fyrireika næsta stigið, so vónandi verða tilboðini til lurtararnar enn betri og fjølbroyttari í framtíðini. Fyrst og fremst til frama fyri ítróttin.