Marimekko
Jacqueline Kennedy, fyrrverandi forsætisráð-harrafrúa í USA, lærdi umheimin at elska stóru og litføgru finsku mynstrini frá Marimekko.
Hjúnini Viljjo og Armi Ratia løgdu fyri við virkseminum í 1949, tá ið tey gjørdu voksdúkar og litríkt klæði. Nøkur ár seinni framleiddu tey fyrstu klædnakollektiónina. Men ikki fyrr enn í 1960 fekk heimurin av sonnum eyguni upp fyri Marimekko.
USA var inni í einum spennandi valstríði um forsetasessin, og pressan hevði eyguni við hvørjum fetið hjá Jacqueline Kennedy.
Tá hon fór út at shoppa og kom fullfermd heimaftur við sjey Marimekkofrakkum, var hetta høvuðssøga í 400 amerikanskum bløðum.
Næstan 50 ár aftaná týdningarmikla shoppingtúrin, er Marimekko enn eitt sera kent merkið, sum millum annað samstarvar við H&M og skógvadesignaran Manolo Blahnik.
Hennes&Mauritz
Hennes&Mauritz, ella H&M, sum vit eisini kenna tað, er ein tann størsta klædnaketan í heiminum.
Hennes&Maurits byrjaði sum Hennes í býnum VæsterÚs í Svøríki. çrið var 1947, og Erling Persson, ið setti fyritøkuna á stovn, hevði verið eina ferð í USA, har hann hevði fingið íblástur til at selja bílig konufólkaklæðir.
Longu í 1960-unum vóru Hennes-handlar at finna í øllum Svøríki, og 1967 kom fyrsti handilin til Danmarkar.
Erling Persson vildi fegin hava fleiri handlar í svenska høvuðsstaðnum. Tí bað hann handilsmannin Mauritz Widforss um at koma uppí við handli sínum, og broyttist navnið tá til Hennes&Mauritz. Handilin fór tá eisini undir at selja harra- og barnaklæðir.
1982 tók sonur Erling Persson, Stefan Persson, við leiðsluni, og hann helt fram við at seta á stovn nýggjar Hennes&Mauritz handlar í øllum Evropa. Í 2000 lat fyrsti H&M upp í USA.
Tað gongur gott hjá H&M, so sambært amerikanska blaðnum Forbes er Stefan Persson 17. ríkasta fólk í heiminum.
The Body Shop
The Body Shop í SMS hevur fleiri systrar um allan heimin: Heilar 2.400 í 61 ymiskum londum.
Fyrsti The Body Shop handilin lat upp í Brigton í Onglandi í 1976. Anita Roddick fekk hugskotið til handilin, sum skuldi selja vørur, ið ikki vórðu royndar á djórum, áðrenn tær fóru í handilin. Gjøgnum vørurnar ynskti hon eisini at ávirka og læra viðskiftafólkini at hugsa um, hvat tey keyptu.
Fleiri handlar lótu upp, bæði í Onglandi og uttanlands, og Anita Roddick royndi tí av øllum alvi at lata handlarnar ávirka umhvørvismál av ymsum slag. Millum annað samstarvaði hon við Greenpeace fyri at fáa í lag eitt bann móti hvalaveiðu.
Í 2006 yvirtók L'Oreal The Body Shop fyri 130 milliónir pund.
Burger King
1954 var árið, tá ið David Edgerton og Jim McLamore fóru undir at steikja hamburgarar til svangar amerikumenn. Lítið gáaðu teir tá um, at lítla matstova í Miami 40 ár seinni skuldi gerast arbeiðspláss hjá 300.000 fólkum kring allan heimin.
Ein av orsøkunum til hesa framgongd var “Wopparin”, sum við síni samanseting var nakað heilt nýtt á amerikanska marknaðinum.
Boðskapurin “Have it your way” stavar frá 1974, og aftanfyri hendan setningin liggur ein boðskapur um, at til ber at fáa burgaran júst soleiðis sum tú ynskir tær hann!
Í 1975 lat fyrsta Burger King matstovan upp í Evropa, og í dag eru ikki færri enn 11.000 matstovur um allan heimin.
Colgate
Í 1806 kom bretin Robert Colgate í land í USA. Sonur hansara, 23 ára gamli William, fór tá undir at gera sápu úr pálma- og olivinolju, ið síðan gjørdist heimskenda Palmolive sápan, sum vit brúka enn í dag.
Í 1877 framleiddu teir fyrsta tannkremið. Men tað skuldi latast í tubur áðrenn tað varð roknað sum luksus hjá teimum ríku.
Í 1910 fingu allir skúlar tannkrem til børnini, so tey kundu læra at busta tenn.
Í dag er Colgate ikki bara sápa og tannkrem, men fyritøkan eigur eisini merkini Ajax og Softlan, sum fáa heim og klæðir at skína.
IKEA
I og K í IKEA koma frá fremstu stavunum í navninum á stovnaranum, Ingvard Kamprad, sum framvegis er drívmegin handan eitt av heimsins størstu møblaævintýrum.
Hinir stavirnir, E og A, stava frá nøvnunum Elmtaryd og Agunna-ryd, sum eru nøvnini á bónda-garðinum, har stovnarin vaks upp, og á bygdini, har hann búði sum barn.
Ingvar Kamprad byrjaði í 1943 at selja klokkur, rammur, pennar og nylonsokkar - lutir, sum vóru kostnaðarmiklir undir krígnum, men, sum hann seldi bíliga. Fimm ár seinni seldi hann fyrstu møb-larnar, sum hann hevði fingið menn í bygdini at smíða fyri seg.
Fløtu pakkarnir frá IKEA sóu fyrstu ferð dagsins ljós í 1956. Frá nú av skuldi kundin sjálvur skrúva lutirnar saman. Frá 1960 gekk tað skjótt framá hjá IKEA, vøruhús lótu upp bæði í Svøríki og uttanlands, og nú í 2008 eru fleiri enn 200 IKEA vøruhús um allan heimin.









