Ummæli
Ein av yrkingunum í savninum Novemburmorgun eftir Vidu Akselsdóttur Højgaard lýsir á bein¬raknan hátt stríðið, sum kann leika á í sinninumm, sum ein mótsetning millum súgir í sjónum og hunang í glasi. Perman á yrkingasavninum er ein fotomynd av einum landslagi í rísandi heystsól. Hegnpelar í forgrundini, myrkt land, ein fjørður við um¬hvarv¬inum av eini alistøð og eitt blýgrátt skýggj oman fyri landslagið liggja líkasum inn yvir ta hun¬angs¬littu (onkur, sum ikki hevur lisið savnið hevði kanska sagt koparlittu) og blágráu-gulu luftina. Myndin hóskar til heitið á bókini og til tað álvarsama og mang¬an hugtunga lagið í savn¬inum. Um myndin hevur ein farra av onkrum lætti¬soppa¬kendum, so fánar hann, tá myndin verður hildin saman við innihaldinum í bókini. Yrkingarnar eru skiftar sundur í tríggjar partar: Novembur¬morgun, Skugga¬breyt og Lívsdansur – og viðgera lívsins ljósu og myrku síður.
Yrkingarnar í teimum báðum fyrstu pørtunum eru fríar yrkingar, prosayrkingar, sum eru bornar av stavrímum og innrímum:
Í nátt var eg
í urtagarðinum Eden
har maður og kvinna í upphavi
lutaðu himmalin ímillum sín.
Myndirnar eru ofta sum í hesum dømi settar saman av onkrum kendum t.d. úr Bíbliuni, sum síðani verður loyst sundur í reglunum, sum koma aftaná: "og eg át av fruktunum/ óspiltar/ hóast synda¬fallið". Nakað sama sundurloysing av kendari hugmynd er at finna í "Óttans hav", sum er ein tann mest spennandi yrkingin í savninum, og sum er eitt dømi um, hvussu væl Vida Akselsdóttir Højgaard kann seta yrkingar sínar saman.:
Tú sigur
at eg skal ikki óttast
at eg átti at hvílt
tí at Gud er
men tú kennir ikki
súgin
niðast við svørtu klettarnar
sum svevur og vaknar
eftir egnum tykki
tíni vøtn eru kvirr
sum hunangur í glasi
bera teg uppi
allan sólarringin
Eftir staðfestingina av hvør ið talar, kemur tað sagda fram í tveimum javnsettum reglum: skaldið "skal" og "átti". Síðani kemur orsakasambindingar¬orðið "tí", og tann avgjørda stað¬festing av, at "Gud er" – sum um tað er ein sannroynd, sum ikki krevur nærri frá¬greiðing.
Sambindingarorð sum "tí, men", "og, ella", sum ávikavist seta í mun til og reksa upp, koma heilt ofta fyri í savninum, og tey vísa til tað ta leiting, sum fer fram í yrk¬ing¬¬unum. Yrkjarar, sum vilja leggja sum mest til lesararnar at skapa samanhang, høvdu kanska lagt summi av hesum sam¬bind¬ingarorðum burturúr. Hjá Vidu eru tey við til at gera yrkingarnar lættar at lesa. Hinvegin krevja yrkingarnar, at lesarin greinar tær fyri at finna, hvar setningar enda og skifta, tí eingi tekn eru og bara fyrsta orðið í yrkingunum er við stórum.
Yrkingin "Einsemi" er somuleiðis áhugaverd og eyðkend fyri yrkingalagið í savninum. Hon leggur fyri við at staðfesta tað, sum "Tey siga". Talan er tó ikki um bý- og bygdaslatur, men um eitt sitat eftir enska barokkskaldið John Donne úr Meditations XVII, 1624: "No man is an island; entire of itself;" – eingin menniskja er ein oyggj fullkomiliga fyri seg, og Donne heldur fram: ein og hvør menniskja er partur av meginlandinum. Hesa hugsan setur yrkingin upp í móti sálarligum einsemi, sum tey flestu munnu kenna, og lýsir beinrakið og knapt lívið sum eina "oyðimarkarferð/ har eingin er at taka viðførið".
Viðhvørt verður kanska gjørt nakað nógv av. "Andvekur" er ein frálík yrking, sum lýsir svøvnloysi sum óbodnar gestir. Men tað kennist óneyðugt at skoyta uppí, at skaldið hevur biðið teir halda sær burtur. Beinrakna lýsingin av hesum óbodnu gestum býr í "andaleypinum (...) tá dagsins meldur/ ikki longur/ verjir móti innrás".
Hetta eru ikki lýti og als einki ímóti dygdunum í savninum, sum er eyðkent av rám¬andi, ótilgjørdum myndamáli.
Tilburðaryrkingarnar eru um ta stóru ódnina í 1988, syndarligu flogvanlukkuna á Stord og um tá ein dóttir eigur. Saman við yrkingini "At vera foreldur" eru hesar yrkingar á heilt aðrari breyt – tær eru sannar, men ikki yrkingar á sama stigi sum hinar.
Yrkingarnar í tí seinasta partinum hava heitið "Lívsdansur – blandaðar rímur". Tær bera upp á rím, hava í støðum heldur nógv stavrím, og her byrjar hvørt ørindi við stórum og hava kommu. Tær tykjast yrktar til løg – ella kunnu lættliga fáa løg. Eitt nú hevði seinasta yrkingin, sum er andalig uttan at nevna Várharra, hóskað millum sangirnar um mannalívið í Songbók Før¬oya fólks, um hon fekk eitt gott lag.
Novemburmorgun er eitt samansett yrkingasavn við góðum, poetiskum myndum og beinraknum hugsanum.










