Søgurættan

Øll eru ivaleyst samd um, at Atlantic Airways er eitt alment felag. Vinnumálastýrið hevur eftir øllum at døma eina aðra áskoðan. Í samferðslufrágreiðingini, ið millum annað inniheldur nógv umtalaðu cost-benefit kanningarnar, verður sagt, at Atlantic Airways er eitt privat/alment felag. Eisini verður sagt, at tað almenna ikki hevur fingist við stórvegis uttanlands ferðaflutning við undantaki av tá Smyril sigldi til Aberdeen.

Eitt er at Vinnumálastýrið roynir at bagatellisera Aberdeen-rutuna, sum 11.000 ferðafólk nýttu í 1996 samstundis sum farmanøgdin var vaksandi. Teir ? og undanfarni Landstýrismaður í Samferðslumálum - hava kanska ringt við at kaga í spegilin hesum viðvíkjandi. Tað, ið ikki kann burturforklárast, er, at man ikki við einum orði í tí sokallaðu søguligu slóðini í samferðslufrágreiðingini nevnir, at sjóvegis flutingur uttanlands við nútímans bilferju var stovnsettur og uppbygdur av tí almenna í árunum frá 1975 ? 1982.


Tað er væl skiljandi, at núverandi politiska leiðslan við Fólkaflokkinum á odda ikki tekur hetta uppá tungu. Hettar, at tað almenna soleiðis í summum førum slóðar fyri tí privata hóskar ikki rættiliga inn í teirra heimsuppfatan. Tað er harafturímóti sera álvarsligt um embætisverkið og einkultir stovnsleiðarar bevíst rætta í søguni ella útiláta fakta, fyri at lýsa eina støðu, sum passar inn í rákið í løtuni. Tað má ikki vera soleiðis at fortíðin verður lýst mangulfult ella negativt, fyri at teir, ið nú vísa veg, kunnu látast sum um tey heilt stóru framstigini verða gjørd, hóast man í summum førum kanska bert enduruppfinnur tann djúpa tallerkin ella enntá tekur afturstig. Tað sær ikki út sum teir, ið mynda samferðslupolitikk í Føroyum í dag, virða søguligu gongdina nógv. Kanska er tað sum Aldous Huxley segði í 1959: Tað at menn ikki læra nógv av søguni er ivaleyst tað týdningarmesta, vit kunnu læra av søguni. Í hesum sambandi kann spyrjast hví einki Føroyskt tilfar er at finna í keldulistanum, hóast Landsverkfrøðingurin, Strandferðslan og eitt nú Jón Rasmussen hava skrivað nógv um Føroyska Samferðslu seinastu 25 árini.


Objektivitetur eigur at vera í hásætinum, tí embætismenn eru ikki til fyri at rættvísgera eitt ávíst politiskt rák. Ferðamannaflúgving er á almennum hondum í Føroyum. Tað almenna slóðar fyri í flogferðslu eins og gjørt var við Smyrli í sínari tíð. Hettar er eitt søguligt faktum, og hettar hava embætismenn eina skyldu at minnast til, og so sanniliga eisini at fortelja almenningi og politisku skipan. Spurningurin er, um tað at kalla Atlantic Airways fyri eitt privat/alment felag ikki bert tænir tí eina endamálinum, nevniliga at burturforklára, at tað almenna vísir veg innan eitt ávíst øki, eins og tað almenna hevur gjørt á øðrum økjum fyrr. Eisini er spurningurin, um bevíst farvan av eini gongd ikki eigur at fáa fylgir fyri teir, ið hava ábyrgd av hesum ? fyrst og fremst Landsstýrismanni og eitt nú formanni í bólkinum, ið hevur givið hettar dokument út. Tað, ið danir rópa eina nøs, hevði í øllum førum verið uppá sítt pláss her. Kostnaður og gagn skal eisini standa mát við hvørt annað í miðfyristingini, soleiðis, at hon kann vera ein fyrimynd fyri landsstovnar.


Er samferðsluætlanin ein málistokkur fyri, hvat væntast kann frá øllum arbeiðsbólkunum, ið í løtuni fáast við fullveldi, suðuroyarskipi o.s.fr., so eigur at verða bundið um heilan fingur nú beinanvegin, og seta summi av umboðunum fyri miðfyristing og stovnar aftur á skúlabonk, soleiðis at, vit ikki fáa slík tendentiøs dokument, ið ikki geva eina rætta mynd av gongdini í hesum samfelagnum. Her í blaðnum hava vit áður nevnt framtíðarræðumynd George Orwells frá 1949, kallað 1984, har valdsharrarnir rættaðu í søguni til egnan fyrimuns. Slíkt má ongantíð henda her á landi ? tað eigur embætisverkið at vera við til at tryggja, óansæð politiskt rák.