Søgur úr Krabburð á Glyvrum

Hvørt mansbarn kennir Sámal Mathias, sum tær seinastu vikurnar hevur stríðst við tunnuna í søguni um rekamannin, sum aftur hevur verið á skránni í Útvarpinum; meistarliga lisin av Oskari Hermansyni, sála.

Søgurnar úr Krabburð hjá Jens Paula Heinesen hava leingi verið fólkaogn, og ein partur av teimum er settur upp sum sjónleikur av bólkinum Grímu.
Mentanarhúsfelagið í Runavíkar kommunu hevur heitt á Grímu at koma framføra leikin fyri eysturoyingum. Súsanna Tórgarð hevur leikstjórnað, og Bárður Persson og Hans Tórgarð hava einar tíggju leiklutir í part, tá teir einsamallir føra fram tríggjar av søgunum í Krabburð í skúlanum á Glyvrum sunnudagin 7. september. Søgurnar um sambandsmannin Tarnovius, sjálvstýrismannin Bartal á Heimabeitið, javnaðarmannin Kaj Erik hjá Marini og øll hini vóru skrivaðar í trýssunum, men politiski hugsunarhátturin í Føroyum er lítið og einki broyttur. Og ikki er tað stórur munur á føroyskum »orginalum« tá og nú. Gamli Balteus, kongsbóndin Peter Ludvig Højhauge, Ábraham, Albana og Hanna Malena fara á valfund, keypa skip, og taka ímóti Kongi í Krabburð, og tað er ikki bara gamansleikur, ið spyrst burturúr. Sýningin er ætlað bæði gomlum og ungum, børnum og vaksnum. Hóast innihaldið kanska mest er fyri vaksin, so eru fólkið í Krabburð so løgið og stuttligt, at børnini kanska fáa mest burturúr.
Søgurnar úr Krabburð verða sýndar í skúlanum á Glyvrum sunnudagin 7. september kl. 17.00. Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni í Saltangará og við dyrnar.