Søgur úr Hvalba og Sandvík koma út í bók

Bókin er ein ferð ígøgnum søguna hjá hvalbingingum og sandvíkingum

Nú er aftur ein bók við søgum úr Hvalba og Sandvík. Tað er Jens Hákun Leo, stjórnmálafrøðingur, sum hevur skrivað og hann sigur í tíðindaskrivi, at talan er ikki um eina fullfíggjaða, søguliga lýsing. Heldur er talan um eitt stutt brot úr søguni hjá hesum báðum bygdum norðast í Suðuroy.

Í bókini eru fleiri evni tikin upp, kolanámini, Lítla Dímun, turkaálopið í 1629, fólkateljingin í 1801, skaðagrindin í Sandvík, fyri at nevna nøkur av evnunum.

Tað verður eisini greitt frá, tá ið Føroya fyrstu tunnil, Hvalbiartunnilin, varð tikin í brúk í 1963, og hvussu Hvalba mentist frá at verða eina bygd, har kolið var álitið, til at verða ein fiskivinnubygd

– Hvalbiar sókn var tann fyrsta sóknin í Suðuroy, sum fór burtur úr Suðuroyar kommunu, og hetta fær eisini sína rúmd í bókini.

Í bókini eru eisini søgur um tery gyltu áttatiárini hjá Royn og um teir mongu prestarnar, sum hava verið í sóknini upp ígjøgnum tíðirnar. Søgur eru eisini um merkismenn, sum hava sett sín dám á andslívið í sóknini.

Høvundurin sigur, at bókin sermerkt á tann hátt, at hon, í nógv størri mun enn aðrar bygdasøgur, byggir á munligar samrøður við eldri fólk í sóknini.