ÚTGÁVA
Flest øll munnu vita, at Símun av Skarði yrkti tjóðsong okkara ?Tú alfagra land mítt? og aðrar sangir og sálmar, men tey fæstu munnu gruna, at hesin merkismaður, kendur sum annar teirra, ið settu á stovn Føroya Fólkaháskúla, samanlagt hevur lagt so nógv skrivligt úr hondum, at heildarritverk hansara fer at telja 9 ella 10 bøkur.
Fyrsta bókin í ritverkinum, yrkingarnar, kom út í 1998. Í 1999 kom onnur bókin um søguligar greinir og greinir um skaldskap og søgu. Triðja bókin kom í fjør. Evnini í henni eru: skald og skaldskapur, mál og upplýsing, mentan og politikkur, lestrar, kvøður og ummæli.
Í hesum døgum kemur út fjórða bókin í ritverkinum. Hetta eru søgur hansara, fjúrtan í tali, 11 teirra upprunasøgur og ævintýrini, 22 í tali, sum hann týddi úr norðurlandamálum.
Søgurnar vórðu skrivaðar í árunum 1904-19, tó er brotið ?Nú er tíð at stoyta kerti til jóla?, tað seinsta, sum Símun skrivaði, frá 1941, árinum fyri, hann doyði. Ævintýrini eru prentað fyrstu ferð í tíðarskeiðinum 1907-15, flestu teirra eru norsk, nøkur eru íslendsk, men har eru eisini ævintýr úr Írlandi, Týsklandi, Frankaríki, Italia, Russlandi, og so eru tvey ævintýr úr Túsund náttum og eini.
Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðingur, stjórnar ritverkinum. Forlagið Fannir gevur út. Olivur við Neyst hevur gjørt inngangsmynd til ávikavist søgurnar og ævintýrini, og Ingi Joensen hevur evnað kápuna.
Henda fjórða bókin í røðini er 274 síður og kostar 300 krónur eintakið. Samanlagt telur ritverkið nú um 1150 síður.
Tær fyrstu bøkurnar í røðini fáast enn í bókabúðunum.