Leygarkvøldið 9. mai verður eitt forkunnugt mentunar- og tónleikakvøld í Stóra Pakkhúsi í Vági við Robert McBirnie, Jógvan Dahl og Tummas Mikal Smith. Kvøldið byrjar kl. 21.30, tá Robert McBirnie, Jógvan Dahl og Tummas Mikal Smith fara at hava eina konsert, sum eisini verður kryddað við frásagnum úr Vági. Millum frásagnirnar verður ein frásøgn, sum Tummas Mikal Smith hevur skrivað, frá einum túri gjøgnum Vág í 1943. Afturvið søgum og sangi verður borðreitt við góðari fiskasúpan.
Seinni parturin av kvøldinum byrjar umleið kl. 23.30, tá Robert McBirnie og Jógvan Dahl spæla ? og teir spæla út á náttina.










