Søgur frá hjartanum

Læknin og løgtingslimurin Jenis av Rana legði í dag fram nýggju bók sína, Thi Kendes for Ret, í Lindini.

 

Læknin og løgtingslimurin Jenis av Rana legði í dag fram nýggju bók sína, Thi Kendes for Ret, í Lindini.

 

Familja, vinir og kenningar vóru komin saman at fagna nýggju útgávuni og rithøvundurin nýtti høvi at greiða eitt sindur frá um bókina.

- Hetta eru søgur frá hjartanum, ymiskar frásagnir um hvat er hent, tá eg havi lurta eftir Gudi, segði Jenis av Rana millum annað.

 

Hann var týðiliga rørdur, tá hann mintist aftur á eina kapittuli, tá hann brádliga fann son sín deyðan í vaskikjallaranum á Eirargarði.

- Hóast hetta nú eru yvir 30 ár síðani, so er tað torført at tosa um. Tað gingu eisini fleiri ár, áðrenn eg fyrstu ferð tosaði um hendingina alment, segði hann.

 

Bókin er ein samling av upplivingum, sum Jenis av Rana hevur, saman við Gudi, sum hann sjálvur sigur.

- Ein kendur samkomuleiðari sigur, at Gud tosar alla tíðina við okkum, vit duga bara so illa at lurta. Hetta eru søgurnar um nakrar av teimum ferðunum, tá eg havi upplivað, at Gud hevur talað til mín, sigur Jenis av Rana.

 

Onkrar søgur eru um grøðingar, um hvat er hent, tá hann hevur biðið fyri øðrum, meðan aðrar eru upplivingar, sum hann hevur havt í sínum politiska starvi. Í bókini skrivar hann fyri fyrstu ferð um døgurðan í Kirkjubø, tá Jóhanna Sigurðardóttir vitjaði í Føroyum sum foresti Íslands, og um drúgva rættarmálið, sum rithøvundurin mátti ígjøgnum, ákærdur fyri ikki at hava hildið fráboðanarskyldu sína sum lækni.