Fólkalív
Nógv fólk stakk inn á gólvi í hugnaligu caféini á keiini, har borðreitt var við petit-fours og onkrum góðum at leska góman við. Og greitt var, at ein av orsøkunum til, at fyritøkan er vorðin so gomul, helst er, at Thomsens hava megnað at laga seg til dagsins tørv, og at bróta upp úr nýggjum, tá tørvur hevur verið á tí. Og hetta duga í øllum førum tey bæði Anna Kirstin og Thomas, sum eru fimta ættarliði av Thomsens í dag við sjarmerandi og gestablíðu caféini, varliga innballað í ein søguligan dám.
Danir keypa undir seg
Upprunaliga var T.F. Thomsen kollonial- og provianthandil, umframt reiðarí, eins og hinar stóru handilsfyritøkurnar, sum settar vórðu á stovn í sambandi við at kongaligi einahandilin varð tikin av. Og ofta verður sagt, at menningin av føroyska samfelagnum kom ikki veruliga á glið fyrr enn eftir 1856, tá frælsir keypmenn sluppu at gera íløgur, keypa og selja ognir og skip. Hesir menn vóru ofta danir, harímillum Thomas Frederik Thomsen, sum setti navn sítt á skeytið hjá úthandlinum á Tvøroyri, fyri júst 150 árum síðani. Handilin hevði tá staðið á óbygda plássinum Tvøroyri í 20 ár, og var hann fyrsta húsið í bygdini. Tískil kunnu tvøráfólk í hesum døgum eisini hátíðarhalda 170 ára dagin hjá einari av yngstu bygdunum í landinum.
Sum sagt er fyritøkan í dag fyrst og fremst caféin á keiini, hóast Anna Kirstin Thomsen hevur nógvar ætlanir við øllum hinum bygningum, eitt nú til mentunar- og ungdómshús.
Ongan humor í Tinganesi
Caféin hevur skeinkiloyvi, og er fyritøkan millum annað eisini umboð fyri Restorffs øl. Upprunaligu skeinkiloyvini hjá Thomsen vóru frá ávikavist 1861 og 1907. Í sambandi við at nýtt loyvi skuldi fáast til vega fyri nøkrum árum síðani, sendi Anna Kirstin umsókn til landsstýrið, um at fáa gamla skeinkiloyvið endurnýggjað.
- Hetta var líka nógv í spølni, tí eg helt tað vera nokkso herligt, at kunna vísa, at vit enn lógu inni við gomlu loyvunum. Men tað helt umsitingin í Tinganesi als ikki vera stuttligt, tí eg fekk bara eitt súrt aftursvar, har boðað var frá, at ongi loyvi vóru tøk á Suðuroynni í løtuni, greiðir Anna Kirstin frá, meðan hon flennir og yppir øksl.
Søguligt stað
Gott er at kenna hitan av hondum í sleptu. Brotið úr Fedranna Talu hjá skaldinum Heðin Brú, kemur veruliga til sín rætt, tá vit stíga inn í søguliga, og kortini so ómetaliga livandi krambúðina hjá Thomsen. Tí hóast handilin hevur verið í 170 ár, harav á hondum Thomsens í 150 ár, er alt varðveitt. Og fedrarnir tala gjøgnum rúgvismikla skjalatilfarið: Roknskaparbøkur, kontrabøkur, avreiðingarlistar, spanskir ordrar av klippfiski, alment og persónligt brævaskifti, ognaruppgerðir, skjøl og dagbøkur. Og vit lesa úr dagbókunum um mánaðarlongu vetrardepressiónirnar hjá ørkymlaða Keypmannahavnarsoninum, langabbanum, Georg Thomsen, sum er sendur til Føroya at reka handilin fyri pápan:
Jeg beder til min Gud, at jeg ikke skal opleve sådan en Vinter igen, skrivar hann. Pápin, Thomas Frederik Thomsen, ættaður úr Suðurjútlandi og ein verri spekulantur, sambært oldurabbadóttrini Onnu Kirstin, skrivar undir keypssáttmálan tann 8. august 1856, men var bert í Føroyum hesa einu ferðina í sambandi við uppboðssøluna. Og at tað hevur ikki verið lætt hjá unga soninum at koma higar, kemur eisini til sjóndar í øðrum, sum skrivað stendur. Eitt nú hevur prestur í Hvalba boðið honum til Hvalbiar at verma seg hjá ungum Hvalbiardamum. Men einki batti.
- Hann endar við at finna eina svenska damu í Danmark, sum vit lítið og einki hoyra um skjalatilfarinum, sigur Anna Kirstin. Og hon vil vera við, at orsøkin til hetta helst er at finna í, at hon var ikki verd at skriva um, tí hon kom úr einum umhvørvi, sum ikki hóskaði seg.
Livandi søgurnar
Og í rúgvuni av brøvum fiska vit enn eina søgu fram. Fr. Petersen skrivar sleygibræv til Føroya. Eitt nú skrivar hann:
Kjære Købmand Thomsen, 11/12 1895
..En kongevalgt Landstingsmand, Grev F. Danneskjold Samsø skjød sig forleden Nat i sin seng. Han var en Mand, som ved Drik fuldstændig havde ødelagt sig selv paa Legeme og Sjæl. Han levede adskilt fra Kone og Børn...
Og soleiðis kunnu vit halda fram, tíma eftir tíma, at lata hendan dýrgrip tala til okkara. Søgan, sum sigur søgur, er í fullum blóma í krambúðini hjá Thomsen, sum rikin verður av fimta ættarliði, men har sjeynda ættarlið er komi væl undan, og kanska ein dag hevur hug at føra verkið víðari.