Nú er punktum sett fyri fjøltáttaða hátíðarhaldið, sum síðani hósdagin og í fagrastu líkindum hevur verið í sambandi við, at tað í dag, 28. august, vóru liðin 150 ár síðani, at fyrstu niðursetufólkini fluttu úr Hvannasundi og yvir um og búsettust í Norðdepli.
Á fólkafundi seinnapartin í dag varð minnissteinur yvir fyrstu niðursetufólkini avdúkaður.
Steinurin er reistur miðskeiðis í bygdini – á øki sum kommunan hevur gjørt klárt upp undir 150 ára føðingardagin.
Á aðrari síðuni er mynd av fyrstu niðursetufólkunum - Marin og Poul Sivert Sivertsen - og á hinari síðuni er mynd av húsunum, sum tey reistu, og sum framvegis standa uppi.
Á steininum eru tvey snøgg og sigandi ørindi, sum Andrias Justesen á Viðareiði hevur sett saman:
Í treysti tey leitaðu yvir um sund
og reistu her bústað á nýggjari grund.
Um lagnan var óblíð, og ævin var stutt,
á søgunnar blað teirra minni er flutt.
Her legðist eitt støði so haldgott og dygt,
her ættarlið aldust, her mentist ein bygd
í skiftandi ráki, á fjøru og flóð –
ein steinur í varða hjá landi og tjóð.