Søguligur valdagur í Fraklandi

Fraklendingar fara í dag á val til næsta umfar í forsetavalinum, men lítil spenningurin tykist at vera um úrslitið, og skal tað nærum eitt undur til, um Emmanuel Macron, forsetavalevni hjá nýstovnaða miðflokkinum En Marche!, ikki verður valdur til yngsta forsetan í franskari søgu.


Hóast munurin í fyrsta umfarinum millum valevnini einans var umleið trý prosent, Emmanuel Macron fekk 24,01 prosent, meðan Marine Le Pen fekk 21,3 prosent, so er munurin so mikið stórur í veljarakanningunum, at lítil og eingi ivi er um úrslitið.


Veljarakanningum geva nevniliga Emmanuel Macron eina leiðslan á umleið 24 prosentstig móti Marine Le Pen.


Longu nú er tó greitt, at talan er um ein søguligan dag, tí fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð skulu fraklendingar velja ein forseta, ið ikki er partur av teimum báðum gomlu vinstra/høgra flokkunum í fronskum politikki.


Í tjóðini har vinstra/høgra ásan hevur sín uppruna, hava politisku áhugamálini og samleikin hjá veljarum nevniliga førkað seg so nógv frá gamla siðbundna uppfatanini av politikki, at teir gomlu flokkarnir blivu vrakaðir í fyrsta umfari.


Í staðin eru evnini í franska valstríðnum í stóran mun tey somu sum hava verið at sæð í Bretlandi, USA og aðrastaðni, nevniliga ein uppreistur móti politisku elituni, altjóðagering, tjóðskapur, tilflytarar og ES, har stovnanin av En Marche! best kann lýsast sum eitt mótrák móti høgravenda rákinum, ið hevur havt framgongd um allan heim seinastu tvey árini, meðan Front National er ein høgravendur populistikur tjóðskaparflokkur, ið ynskir at gera uppreistur við verandi politisku elitu og tí evropeisku samstarvinum, ið Frakland hevur staðið á odda fyri síðan stovnanina av ES.


Seinastu valhølini lata aftur klokkan átta franska tíð, og verður endaliga úrslitið væntandi greitt klokkan ellivu í kvøld.