Eitt er, at amerikanski veljarin gav Obama tann meiriluta, ið var neyðugur, eitt heilt annað er at fáa ta umfatandi heilsutrygdina á skránna og ikki minst samtykta. Eina heilsutrygd, har samhaldsfesti var avgerðandi í hesum fíggjarliga kanska mest framkomna samfelagi í heiminum, men har samhaldsfesti higartil hevur verið eitt banniorð. So tað var ikki eiti á jólagáva, tey minni mentu fingu, eftir at tey vóru sloppin upp á fjall, tí, sum fyrr nevnt, so var samhaldsfesti í tí ovurríka Amerika ein býur í Kina.
So kann ein spyrja seg sjálvan, hvussu tað kundi bera til, at bert ein partur av fólkinum frammanundan høvdu heilsutrygd í einum av heimsins ríkastu londum, meðan 30-40 milliónir fólk als onga heilsutrygd høvdu. Taka vit árið 2009 so mistu 16 % sína heilsutrygd afturat teimun 30-40 milliónum ótryggjaðu amerikanarunum, einfalt tí tey mistu sítt arbeiði, samstundis sum gjaldið til teirra heilsutrygd var so høgt, at tey vóru noydd at velja ímillum at missa hana ella sita svong.
Hjá tryggingarfeløgunum og privathospitalunum ræður tað fyrst og fremst um ikki bert at tjena pening, men so sanniliga eisini um, at íleggjarnir til hesar stovnar fáa eitt so stórt avlop við ársenda sum gjørligt. Tí hava nevndu feløg eina stóra fjøld av advokatum, sum royna allar snildir, so at tey, sum hava goldið eitt risagjald at tryggja seg, fáa minst møguligt burturúr, um tey gerast sjúk, og teimum tørvar hjálp. Ja í summum førum eru fólk tveitt út av privathospitalinum aftur, um minsti ivi er um teirra diagnosu.
Kann ikki lata vera við at greiða frá, hvat ein langfarasjómaður greiddi mær frá, tá hann var í regluligari sigling millum Bolivia, eitt fátækastu londum í heiminum, og Miami í Amerika.
Tað bar so á, at undir lossing í Miami var ein av lossingarmonnunum fyri óhappi og fekk stóran skaða og bløddi illa av løstinum, hann hevði fingið. Sjúkrahúsið sást týðuliga, haðani óhappið hendi, og skjótt var ein sjúkrabilur á staðnum. Men meðan stýrimaðurin royndi at steðga álvarsligu bløðingini, vóru ambulansafólkini meira áhugað í at fáa eina váttan fyri, um skaddi maðurin var tryggjaður ella ikki. Og tað kom ikki uppá tal at hjálpa sjúklinginum ella flyta hann inn í sjúkrabilin tíansheldur á sjúkrahúsið, fyrrenn tey høvdu eina undirskrift frá arbeiðsleiðaranum. Hetta alt meðan sjúklingurin var um at bløða út. Soleiðis gekk út ímóti ein hálvur tími, til arbeiðsformaðurin, ið hevði verið eitt ørindi, kundi váttað, at skaddi maðurin var tryggjaður, og tástani var sjúklingurin í sjúkrabilinum fluttur á sjúkrahúsið, og var tað í evstu løtu.
Tað var lagnunar speisemi, at ein lossingamaður av eini ella aðrari orsøk varð skotin á kajini, tá skipið var aftur í Bolivia og lá og lastaði bananir og aðra frukt, sum skuldi til Miami. Styrimaðurin, sum var føroyngurin, ið segði mær søguna, fór í skundi upp á brúnna eftir sjúkrataskuni, men tá hann var komin niður aftur á kajina, vóru menn longu í holtur við at flyta skotna mannin upp í ein sjúkrabil, ið stundisliga var á staðnum, og frættu teir aftaná, at orsaka av skjóta atburðinum lat maðurin ikki lív.
Hesar hendingar vísa okkum heilt greitt, hvat virði eitt mannalív hevur ávíkavist í heimsins mest framkomna og ríkasta landið og í einum tí fátækasta landinum í heiminum.









