Kvívíkingar hava vunnið nógvar sigrar í kappróðri. Kvívíkingur eigur fleiri FM heiti í kappingini millum 8-mannaførini, og dreingirnir hava ofta vunnið við Junkaranum.
Hóast nógvar sigrar, so var talan um merkisverdan og søguligan sigur, tá ið Junkarin leygardagin vann kappingina millum 5-mannaførini við kvinnum. Hetta var nevniliga fyrstu ferð yvirhøvur, at Junkarin við kvinnum vann ein róður.
Tá ið úrslitini á Norðoyastevnu verða havd í huga, so var sigurin kortini ikki púra óvæntaður. Í Klaksvík var Junkarin nummar tvey, bara eitt sekund aftanfyri Jallin.
Í Hósvík var als eingin kapping um fremsta plássið. Junkarin legði seg beinanvegin á odda, og Junkarin var ógvuliga sannførandi. Tað sást, tá ið ljósablái báturin úr Kvívík fór um málið meiri enn tríggjar bátslongdir frammanfyri teir næstu. Harvið hevur Junkarin lagt seg á odda í FM kappingini, sum tær úr Kvívík ongantíð hava verið í nánd av at vinna.
Á Norðoyastevnu vann Jallurin, sum ta ferðina var eitt sekund frammanfyri Junkaran. Í Hósvík var Jallurin í tættari kapping við Blik um næstfremsta plássið. Ta kappingina vann Blikur, sum var stóran stavnin frammanfyri Blik.
Á Norðoyastevnu var Beinta nummar fýra, Falkur var nummar fimm og Teistin nummar seks. Í Hósvík býttu Beinta og Falkur um pláss.
1 Junkarin 05:42.16
2 Blikur 05:50.03
3 Jallurin 05:50.20
4 Falkur 05:53.03
5 Beinta 05:54.11
6 Teistin 06:03.12
Støðan
1 Junkarin 13
2 Jallurin 12
3 Blikur 11
4 Falkur 7
5 Beinta 7
6 Teistin 4










