Søguligur sigur

Bólkur H:
Japanar vunnu fyri fyrstu ferð í HM høpi, tá Russland var mótstøðuliðið sunnudagin, og meðan alt Japan nú er á gosið, er sannur ruðuleiki í Russlandi

HM-fótbóltur

Arsenal leikarin, Junichi Inamoto, skrivaði japanska fótbóltssøgu, tá hann við brotssparki syrgdi fyri fyrsta sigrinum hjá Japan í HM-endaspæli yvirhøvur.
Japanski sigurin á Russlandi var annars ein góð uppflylgjan av óvæntað dygga avrikinum í fyrsta dystinum móti Belgia, og nú stendur Japan við sera góðum kortum í royndunum at koma víðari úr kappingini.
Japanar skulu bert hava eitt stig í seinasta dystinum ímóti Tunis, sum verður mett sum veikasta liðið í bólkinum, og við stuðlinum frá heimaáskoðarunum og góða spælinum, sum liðið hevur sýnt, tykist hetta á ongan hátt at vera nøkur ógjørlig uppgáva.

Rok í Russlandi
Meðan japanar frøddust um sigurin, var ruðuleikin í Moskva øgiligur, tá úrslitið varð veruleiki.
Eini 10.000 fólk vóru savnaði nærhendis Reyða Torginum, har dysturin varð vístur á stórskíggja, og hesi toldu ikki, at Russland skuldi verða fyrsta landið, sum mátti lúta fyri Japan. Eldur varð settur á bilar, handilsvindeygu vórðu knúst, og eitt fólk lat eisini lív í rokinum, sum íkom eftir dystin.
Enn er tó ikki alt mist hjá Russlandi. Vinna teir seinasta dystin á Belgia koma teir víðari úr bólkaspælinum.

Bólkur H
Japan-Russland 1-0 (0-0)
1-0: Junichi Inamoto (br.), 51