Søguligur sáttmáli millum Norður- og Suðurkorea

Tey bæði koreonsku londini fara nú at virka fyri einum endaligum friðarsáttmála landanna millum. Suðurkoreanski forsetin, Roh Moo-hyun, og norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-Il, hava skrivað undir eina felags fráboðan, eftir at teir hava hildið fleiri fundir teir seinastu dagarnar.

Í fráboðanini stendur, at hon skal rudda slóð fyri einum endaligum friðarsáttmála millum tey bæði londini. Norður- og Suðurkorea hava ongantíð gjørt nakran friðarsáttmála eftir Krrea-kríggið fyrst í fimmtiárunum.

Harafturat skulu londini økja tað búskaparliga samstarvið og skipa fastan góðsflutning um markið.