Søguligur NATO-fundur í Reykjavík

Uttanríkisráðharrarnir í teimum 19 NATO-londunum skulu á fundi í Reykjavík geva Russlandi størri ávirkan á verjusamgonguna

Teir 19 uttanríkisráðharrarnir í NATO fóru í gjár undir ein fund, sum kann gerast søguligur. Fundurin er í Reykjavík, og har skulu ráðharrarnir taka støðu til, hvørja støðu Russland skal hava í samstarvinum við ta vesturlendsku verjusamgonguna. Hetta er fyrst ferð, síðani NATO varð skipað fyri 53 árum síðani, at hesin spurningurin er til viðgerðar, og tí er russiski uttanríkisráðharrin, Igor Ivanov, boðin við á fundin.
Ætlanin er at skipa eitt serligt ráð, sum skal taka sær av samstarvinum millum NATO og Russland. Eftir reglugerðini hjá ráðnum fær Russland atkvøðurætt á jøvnum føti við NATO-londini í málum, ið snúgva seg um bardagan ímóti yvirgangi, hópoyðingarvápnum, samstarv í evropeiska loftrúminum og sivilum bjargingartiltøkum.
NATO hevur alla tíðina lagt dent á, at samstarvið við Russland skal í fyrsta umfari einans umfata tey øki, sum partarnir longu samstarva um, men kortini hava embætismenn sitið saman seinastu dagarnar, tí full semja er ikki í NATO.
Russiska stjórnin hevur sagt, at hon vil hava ein sáttmála, sum eisini gagnar Russlandi, men í gjár skrivaðu altjóða tíðindastovurnar úr Reykjavík, at tað er ivasamt, um ruusar fáa tað, teir vilja hava.