Søguligur Inter-sigur

Oddaliðið í italsku Seriu A, Inter Milan, var aftur í einum klassa fyri seg í vikuskiftinum. Teir møttu Torino á útivølli, og fyri 12. ferð á rað í eydnaðist Inter at vinna ein Seriu A dyst. Við 12 sigrum á rað hevur Inter tikið metið fyri mest vunnar dystir á rað í bestu italsku deildini. Úrsltið av dystinum gjørdist annars 3-1 til Inter. Fyrst legði Adriano Inter á odda. Seinni javnaði Torino við málið frá Stefano Fiore, men gleðin var stokkurt. Lítla løtu seinni legði Zlatan Ibrahimovic Inter aftur á odda, áðrenn Marco Materazzi slóg sigurin fastan, tá hann skoraði uppá brotsspark ímóti endanum á dystinum.