Tempelhof-flogvøllurin bleiv tikin í nýtslu í oktober í 1923 og var tann fyrsti vinnuligi flogvøllurin í heiminum. Tann kendi flogvallarbygningurin bleiv bygdur , eftir at nazistarnir vóru komnir til valdið í Týsklandi. Hann er triðstørsti bygningur í heiminum aftan á Pentagon í Washington og ta risastóru borgina hjá fyrrverandi rumenska einaræðisharranum Nicolae Ceausescu í Bukarest.
Tempelhof-flogvøllurin gjørdist kendur um allan heimin, tá USA, Bretland og Frakland skipaðu fyri teirri kendu loftbrúnni fyri at hjálpa fólkinum í Vesturberlin, tá Sovjetsamveldið stongdi allar farleiðir til býin. Í 11 mánaðir fingu teir 2,5 milliónir íbúgvararnir í Vesturberlin allar sínar nýtsluvørur ígjøgnum luftina, og tað vóru bara 90 sekundir ímillum, at flutningsflogførini settu seg á Tempelhof.
41 bretskir og 31 amerikanskir flogskiparar doyðu av vanlukkum undir tiltakinum, og teimum til heiðurs stendur ein minnisvarði á tí søguliga flogvøllinum, sum nú fer í søguna.










