Søguligur dystur á Toftum

Nýggja kurvabóltsfelagið Hávur hevur eina sera áhugaverda samanseting av royndum og púrasta óroyndum leikarum.

Leygardagin 14. oktober - tað er í morgin - verður søguligur dagur hjá nýggja kurvabóltsfelagnum í Klaksvík, Hávur.

 

Í høllini á Toftum klokkan 19 taka føroyameistararnir Ravnur móti nýggjasta kurvabóltsliðnum í Føroyum, Hávur.

 

Hetta verður ein stór avbjóðing hjá Hávi, tí Hávur hava fleiri leikarar, ið enn eru púrasta óroyndir. Men, saman við teimum hava teir eisini landsliðsleikarar.

 

- Hetta er ein sera áhugaverd samanseting av royndum og ikki royndum leikarum, siga tey, sum standa aftan fyri Kurvabólt í Føroyum.

 

Lagt verður aftrat, at Ravnur, sum suverent vann Trygd-kappingina í fjør, má átaka sær leiklutin sum stórfavorittur í morgin.

 

- Tó skal sigast, at Ravnur hava mist týðandi leikarar frá í fjør - júst til Háv. Ravnur tapti bert tann eina dystin síðsta kappingarár.

 

Kurvabóltur í Føroyum siga, at tað er ókeypis atgongd til dystin á Toftum í annaðkvøld klokkan 19, og øll eru hjartaliga vælkomin.