Miðskeiðis í 80´unum var tað stór søga, tá kommunan við Streymnes segði seg vilja leggja graslíki á nýggja vøllin, ið ætlanin var at gera.
Varð hetta gjørt, so vildi talan verið um fyrsta graslíkisvøllin í landinum, men so varð tó ikki. Ístaðin verður Streymnes nú eitt av seinastu støðunum í landinum, har grønu rullurnar koma fyri grúsið.
Tí er einki at ivast í, at talan er um søguligan dag, nú fyrsti almenni dysturin skal spælast á nýggja undirlagnum. Samstundis hevur arbeitt av allari makt, so nýggja felagshúsið er klárt at taka ímóti sandoyingum og dómarunum í dag.
Dysturin markerar eisini eitt skifti, nú EB/Streymur fer at spæla sínar heimadystir á Streymnesi, eftir at Mølin á Eiði annars hevur verið heimavøllur, síðani graslíki varð lagt á tann vøllin.