Søguligur dagur í Hvalba

Gudstænastan í Hvalbiar kirkju í gjár var sermerkt á mangar mátar: Hetta var fyrsta prestavígslan í nýggju føroysku kirkjuni. Og hetta var somuleiðis fyrstu ferð, at tveir prestar verða vígdir á hesum staði, og har annar teirra varð innsettur við sama høvið

Hvalba: Karmarnir til eina slíkan hátíðardag vóru av teimum allarbestu, nú bæði Símun Jacobsen og Hanus Simonsen skuldu vígast til tænastuna sum prestar í fólkakirkjuni.

Nógv fólk var samankomið, bæði úr oynni og norðanfjørðs til gudstænastuna. Umframt løgmann, bisp og dómpróst, var eisini eitt stórt tal av prestum við til at gera hesa gudstænastuna serstaka.

Innkomin í kirkjuna vórðu øll hesi møtt við teimum orðunum í Bíbliuni, sum fólk í síni tíð mettu skuldu sermerkja gudstænastulívið í kirkjuni.

Yvir altarinum stendur nevniliga týðiliga greitt eitt ørindi – á donskum - úr Sálmi 118 og vers 26 og sum í føroyskari týðing er henda: “Frá Harrans húsi vit tykkum vælsigna!”

Hetta orðið gekk eisini gjøgnum alt tað sum fór fram við hesa gudstænastuna, har Símun slapp at halda sína fyrstu prædiku fyri kirkjufólkinum.

Hann vísti á, at Fólkakirkjan stendur sterk í Føroyum, men eigur altíð vera til reiðar at møta teimum avbjóðingum sum kunnu koma.

- Sum Jesus var í heimin, soleiðis er kirkjunnar pláss í heiminum. Kirkjan skal prædika Kristus, og eigur ikki at víkja frá hesum, annaðhvørt tað so var av ótta ella tí ein ynskir at lifra fyri nøkrum.

- Sannleikin verður varðveittur, um kirkjan byggir á hetta trygga grundarlagið, segði Símun millum annað í prædiku síni.

Símun er nú farin til arbeiðis sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi.

Í næstum verður Hanus Simonsen innsettur sum prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.