Tá 23 ára gamli Fernando Alonso koyrdi fyrstur um málstrikuna sunnumorgunin okkara tíð, skrivaði hann formel 1 søgu. Alonso er fyrsti spaniumaður nakrantíð, sum hevur ligið á odda í kappingini um formel 1 meistaraheitið.
Eisini Red Bull koyrarin David Coulthard skrivaði formel 1 søgu. Við sínum trimum stigum fyri sætta pláss, gjørdist hann tann bretin, sum hevur fingið flest stig í formel 1 nakrantíð við 483 stigum í 177 koyringum. Hann fór sostatt framvið fyrrverandi heimsmeistaranum Nigel Mansell sum fekk 482 stig í 187 koyringum.