Søguligur dagur

Ídag verður fyrsta ítøkiliga stigið tikið til at fáa eina nýggja skipan fyri føroysku tjóðina - í ella uttan fyri ríkiseindina - síðani síðst í fjørutiárunum, tá heimastýrisskipanin varð sett í gildi.

Landsstýrið fer alment til samráðingarnar við tí endamáli at skipa Føroyar sum fullveldisríki, men kjaksendingin Krosskast í sjónvarpinum mikukvøldið avdúkaði, at tað tykist vera langt millum Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokin.


Somuleiðist vísti sendingin, at langt er millum teir báðar andstøðuflokkarnar, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, men hinvegin tykist ikki at vera so langt millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, ella í hvussu so er løgmann.


Landsstýrið hevur fullan demokratiskan rætt at fara til Danmarkar at samráðast um eina nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar, men tað er harmiligt, at grundarlagið undir samráðingunum ikki fevnir um andstøðuna, ella part av andstøðuni eisini. Serliga, tá tað ikki tykist vera langt ímillum landsstýrissamgonguna og Javnaðarflokkin.


Somuleiðis er undirtkan í fólkinum ov lítil, tá nýggja veljarakanningin vísir, at meirilutin fyri fullveldi er minni enn eitt prosent. Hetta er so sjálvandi undan samráðingunum. Ikki fyrr enn eftir samráðingarnar, tá vit síggja úrslitið, hava føroyingar veruliga møguleika at siga, um teir vilja hava fullveldi ella ikki.


Veljaakanningartey seinastu árini hava víst, at ein stórur meiriluti í fólkinum vil hava broytingar, og ein meiriluti hevur vilja havt eina broyting, sum liggur millum heimastýrisskipanina og fulla loysing.


V. ø. o. hevur fólkið ynskt eina skipan, sum Javnaðarflokkurin hevur mælt til, og sum Fólkaflokkurin í mong ár kundi taka undir við í tí sokallaða "stig fyri stig"-politikkinum.


Nú fáa vit at siggja, hvussu samráðingarnar fara at enda, men tað skuldi ikki undra, at ein endalig - ella ávegis loysn - fer at liggja á tí, kós, sum Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og helst eisini Sjálvstýrisflokkurin áður hava mælt til.


Allar viðmerkingar frá donskum politikkarum benda á, at skiftistíðin verður ikki so long, sum landsstýrisflokkarnir fyrigykla sær, og tað er óðamannaverk at lýsa eitt fullveldi uttan eina drúgva tillagingartíð, tá vit lækka blokkin og taka yvir tey málsøki, sum danir enn umsita og hava ræði á.


Natúrligasta leiðin er at gera ein nýggjan sáttmála millum Danmark og Føroyar, sum greitt gevur føroyingum møguleikan at taka yvir øll málsøki, tá vit ynskja tað, og sum gevur føroyingum eitt hóskiligt skopbrá at grast fíggjarliga sjálvbjargnir. Hetta hevði verið ein virðiligari loysn, sum óivað ein størri partur av føroyingunum hevði tikið undir við.


Hóast spjaddir so má ásannast, at dagurin í dag og tíðin fyri framman er eitt søguligt tíðarskeið, sum fær alstóran týdning fyri framtíðina hjá tí fólki, sum her býr. Vit mugu bara vóna, at samráðingarnevndin vísir ábyrgd og fær eitt úrslit, sum flest møguligir føroyingar kunnu taka undir við.