Søguligt yvirlit yvir gongdina við Kyrjasteini

Tað hevur ikki bara verið sum at siga tað at fara til Vágs eftir Kyrjasteini, leggja skipið fyri teym á Fuglafirði – og síðan fáa stóra skipsskrokkin upp á land, har skonnartin stendur í dag

KYRJASTEINUR

Tað var sjálvan flaggdagin í 1992, at kallað varð til fundar á Muntra í Fuglafirði, har kunnað varð um Kyrjastein-verkætlanina. 32 fólk vóru á fundinum, og øll fegnaðust um varðveitingarætlanina við skonnartini.
- Undan hesum fundi hevði eg frætt úr Porkeri, har skipið hevði heimstað, at eigararnir høvdu fingið upphøggingarstuðul, og at ætlanin var at søkkja skipið, tá fíggjarligu viðurskiftini vóru avgreidd.
Tað sigur Óla Hendrik av Fløtum, sum var maðurin, ið tók stig til verkætlanina.

Váttan um keyp
- Eg setti meg í samband við eigararnar og fekk frá teimum skrivliga váttan fyri, at áhugafelag undir stovnan kundi ogna sær skipið fyri 50.000 krónur – í tí standi, tað lá við bryggju í Vági, tá øll tinglisin skuld í skipinum var avlisin. Nevnda skriv er dagfest hin 24. mars 1992.
Óla Hendrik av Fløtum sigur, at tað, sum síðan hendi, partvís hevði sína orsøk í teimum vánaligu fíggjarviðurskiftunum í Føroyum hesi árini.
- Meðan skipið var á beding í Vági á sumri í 1992, fór skipasmiðjan av knóranum, og tí varð skipið standandi á bedingini tað mesta av einum ári.
Hann sigur, at tá Kyrjasteinur fleyt aftur á sumri 1993, vóru lekarnir, sum skipið varð tikið upp fyri, einki at sammeta við lekarnar, sum skipið tá hevði fingið.
Óla Hendrik av Fløtum sigur, at teir hava nógv at takkað havnamyndugleikunum í Vági fyri, at teir hildu skipinum flótandi tær næstu vikurnar, til lekarnir tætnaðu.
- Men havnarmyndugleikarnir í Vági vildu tó sleppa av við skipið – og lovaðu ilt. Um vit ikki komu eftir skipinum innan ásetta tíð, fóru teir at sleipa Kyrjastein út av fjørðinum og søkkja skipið.

Treytir ikki loknar
Men at fara til Vágs eftir skonnartini var ikki bara sum at siga tað.
- Treytirnar fyri eigaraskiftinum vóru ikki uppfyltar. 3 miljónir krónur í skuld vóru ikki avlisnar, soleiðis sum vit høvdu avtalað. Eftir umbøn gav Sjóvinnubankin skrivligt loyvi til at sleipa skipið á Fuglafjørð fyri okkara rokning.
Tað var Vaktar-og Bjargingartænastan, sum sleipaði Kyrjastein av Vági og norður til Fuglafjarðar.
- Hetta var ein góðveðursdag seinast í august í 1993.
Óla Hendrik av Fløtum sigur, at fitt av fólki var komið saman í Fuglafirði at taka ímóti skipinum.
- Kendi skiparin, Meinhard Jacobsen, róptur Meinhard á Gulldrangi, beyð vælkomin og ynskti fuglfirðingum í ”útlegd” góða eydnu við tiltakinum at varðveita Kyrjastein sum fornminni fyri núverandi og komandi ættarlið, sigur hann.

Aftur og fram
Eftir at brúgv, hvalabak og aluminiumsyvirbygningur varð tikin í land, varð skipið lagt fyri teym á fjørðinum, til umstøðurnar at koma inn um brimgarðarnar gjørdust betri.
- Á heysti í 1994 var skipið aftur farið at leka, og tá varð ikki hildið vera rætt at lata skipið vera liggjandi fyri teym vetrarhálvuna, um so skuldi borist á, at illveður brast á. Tí varð biðið um tilboð frá Skála Skipasmiðju um landseting, reinsan, tetting av leka og annað. Hetta arbeiði varð gjørt í tíðarskeiðnum oktober 1994 til í februar 1995.
Óla Hendrik av Fløtum sigur, at nú skipið kortini var á Skála, varð keysin tikin omanav, høvuðsmotorur, oljutangar og annað varð tikið í land – og eisini varð skrúvuaksil og sjóventilar tikið úr, samstundis sum opini vórðu lokað.
- Sleipini til Skálar og heim aftur til teym í Fuglafirði tók Vaktar-og Bjargingartænastan sær av, og tí hevur sjálvsognarfelagið Karvalótir nógv at takka V&B fyri.
Óla Hendrik av Fløtum sigur, at á vári í 1997 var Kyrjasteinur komin at liggja heldur tungur í sjónum, og tá varð biðið um tilboð frá Klaksvíkar Sleipistøð um upptøku, reinsan og tetting av leka.
- Hetta arbeiði varð væl gjørt og fyri ein sera lítlan kostnað – og aftur hesaferð var tað Vaktar-og Bjargingartænastan, sum sleipaði skipið aftur og fram, sigur Óla Hendrik av Fløtum.