Søguligt val í Kvívík

Kvívíkingar eru í dag í eini heldur óvanligari støðu. Ikki færri enn trý valevni úr bygdini eru á lista til løgtingsvalið. Tað er fyrstu ferð at hetta hendir.

Henda heldur óvanliga støðan hevur sett sín dám á prátið í bygdini, serliga tí prestur er eitt av valevnunum.

Í so máta er Javnaðarflokkurin best fyri, tí av teimum trimum valevnunum, eigur hann tvey teirra - Theodor E.D. Olsen og Súsannu Mortensen. Hitt valevnið er úr Sambandsflokkinum, sum hevur Petru Iversen á sínum lista.

Úr Kvívík verður tó sagt, at hetta er ikki fyrstu ferð at trý valevni eru úr sjálvari bygdini. Á einum vali herfyri - í 1998 - vóru tey eisini trý fólk, men tað var úr sóknini, tí eitt teirra var av Skælingi. Tá vóru tríggir flokkar umboðaðir - Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldisflokkurin.