Týsdagin 25. mai lá ferðamannaskipið Athena á Havnini. Skipið hevur sína heilt serligu søgu. Tað eru enn mong sum minnast ella hava hoyrt um tá svenska ferðamannaskipið MS Stockholm í tjúkkum mjørka tann 25. juli í 1956 rendi saman við stóra ferðamannaskipinum SS Andrea Doria, sum tá var tað størsta og flottasta ferðamannaskipið hjá italienarum.
Samanstoyturin hevði við sær, at alt tað fremsta á Stockholm fór í knús, meðan Andrea Doria legðist á liðuna og tók at søkka. Stockholm kom frá New York, meðan Andrea Doria var á veg frá Evropa til New York, tá samanstoytturin hendi.
Tað sum gjørdi hesa vanlukkuna so kenda var at tá skipið var ásiglt og legðist á stýriborð, eydnaðist tað ikki hjá ferðafólkunum at koma í teir bjargingarbátarnar, sum vóru í stýriborð. Men av tí at onnur skip komu til hjálpar og nógv bjargaðu sær umborð á Stockholm, kravdi vanlukkan ikki so nógv mannalív, sum um illa vildi til. Vanlukkan kravdi 46 mannalív, og yvir 1600 ferðafólk og manning frá Andrea Doria vórðu bjargað.
Andrea Doria sakk eftir nøkrum tímum. Hóast Stockholm hevði fingið stóran skaða, sigldi skipið við egnari megi og kom til New York tann 27. juli. Stockholm bleiv afturgjørt eftir trimum mánaðum og kom aftur í sigling millum Evropa og USA.
Tað var Svensk America Line í Svøríki, sum átti Stockholm, ið reiðaríið hevði latið bygt á
Götaverken í Göteborg í 1948. Í 1960 varð skipið selt til eitt reiðarí í Eysturtýsklandi og fekk navnið MS Völkerfreundschaft. Skipið hevur fleiri ferðir skift eigarar, og í 1989 varð tað umbygt og moderniserað. Tað hevur havt nøvn sum Volker, Fridtjof Nansen, Italia Prima, Valtur Prima og Caribe. Í 2004 keypti felagið Classic International Cruises í Portugal skipið, sum fekk navnið MS Athena.










