Eftir fjøllunum hava hesir træsteyrarnir hildið hesi linjuni uppi í ódn og í long, á vetri og sumri. Men nú er hetta vorðið ein saga blott!
Allir lyktapelarnir eftir fjøllunum eru sagaðir niður og verða nú fluttir til hetta staðið, sum liggur við gamla vegin til Leirvíkar.
Lagnunnar speisemi er tað eisini, at hitt nýggja frambrotið innan føroyska samferðslu Norðoyatunnilin er høvuðsorsøkin til hesa gongdina.
Samstundis sum menn hava borað henda tunnilin, hava teir frá SEV lagt ta nýggju el-leiðingina undir Leirvíksfjørð. Tí er ikki neyðugt longur við loftlinjuni um fjørðin.
So hvørt sum framburðurin tekur seg fram, má annað, sum hevur tænt fyri seg, víkja.
Soleiðis er lívsins gongd. Eisini tá talan er um el-linjur!