Søguligt mál hjá Giggs

Málið, sum í gjár tryggjaði Manchester United trý stig á Upton Park, syrgdi fyri nýggjum meti til Ryan Giggs. Talan var um fyrsta Premier League málið hjá Ryan Giggs hetta kappingarárið, og við hesum hevur hann nú skotið mál í 17 kappingarárum á rað í fremstu røðini í enskum fótbólti, og tað hevur eingin gjørt undan honum. Undan dystinum í gjár var Gary Speed ájavnur Ryan Giggs, men Speed - sum eisini er walisi - spælir í ár við Sheffield United í næst bestu røðini, og tí fær hann ikki hótt metið hjá Giggs. Ryan Giggs spældi fyri fyrstu ferð við Mancester United í 1991, tá hann kom á vøllin í grannauppgerðini móti Manchester City. Í alt hevur hann nú spælt 787 dystir og skotið 147 mál fyri Manchester United.