Søguligt formansval

Fyri fyrstu ferð nakrantíð varð tingformaðurin einmælt valdur av Føroya Løgtingi. Hergeir Nielsen, Vilhelm Johannesen og Óli Breckmann halda fram í formanskapurin í løgtinginum.

Klokkan tíggju týsmorgunin setti aldursforsetin, Sverre Midjord nýggja tingið. Á skránni var góðkenning av valbrøvum og val av tingformanni og formanskapi. Ikki heilt óvæntað varð Edmund Joensen afturvaldur sum tingformaður.
Allir 32 tinglimirnar atkvøddu fyri Edmundi og okkum kunnugt er tað fyrstu ferð í søgu Føroya løgting, at tingformaðurin verður einmælt valdur. Seinastu 80 árini hevur Føroya løgting valt tingformannin.
-Eg eri ótrúliga fegin um at verða afturvaldur. Serliga fegin eri eg um, at eg varð einmælt valdur og tað taki eg sum eitt herðaklapp frá bæði samgongu og andstøðu frá farna tingskeiði, sigur Edmund Joensen
Afturat Edmundi Joensen í formansskapinum, vórðu Hergeir Nielsen, Vilhelm Johannesen og Óli Breckmann allir afturvaldir. Hergeir Nielsen er fyrsti næstformaður, Vilhelm Johannesen annar og Óli Breckmann triðji næstformaður.

Heidi og John nýggj
Øll 32 andlitini, sum Føroya fólk valdi á ting 20. januar, møttu á fyrsta tingfundinum. Tinglimirnir hjá Tjóðveldisflokkinum møttu øll í føroyska búnanum. Av teimum 32 tinglimunum, vóru tað bert tjóðveldistingkvinnan, Heidi Petersen og javnaðartingmaðurin, John Johannessen, sum aldri áður hava verið á tingi.
Siðvenjuni til sett aldursforsetin nýggja tingið 70 ára gamli javnaðartingmaðurin, Sverre Midjord, er elsti tingmaður og tí fall tað honum í lut at seta tingið.