Søguligt FM í talvi

FM fyri einstaklingar í talvi varð telvað alla síðstu viku, og gjørdist hetta eitt søguligt FM

FM fyri einstaklingar verður mett sum stórsta kappingin her á landi. Síðan 1972 hevur FM fyri einstaklingar verið undir skipaðum viðurskiftum. Árið 2008 gjørdist eitt søguligt ár fyri FM kappingina.


Helgi ynskti føroyameistarin

Helgi D. Ziska hevur veruliga havt vind í seglunum seinastu árini, har hann hevur vunnið sær heitið sum altjóða meistari (IM). Helgi var eisini mettur sum favorittur til at vinna FM áðrenn kappingina, og hetta helt hann eisini við at vinna við einum heilum stigi framman fyri Carl E. N. Samuelsen.

Helgi setti eisini eitt nýtt met í føroyskari telving sum ynskti føroyameistari nakrantíð, bert 17 ára gamal. Hetta metið hevur verið órørt í 29 ár, tá toftamaðurin Jens Chr. Hansen í 1979 setti hetta metið bert 18 ára gamal.


Herborg fyrsta kvinnan

Aldri er tað hent áður, at ein kvinna vinnur føroyameistaraheitið í talvið. Í ár luttóku tvær kvinnur í unglingabólkinum, og eydnaðist tað 17 ára gomlu Herborg Hansen úr Klaksvík at vinna bólkin bert hálvt stig framman fyri Heiðrik T. Jacobsen.


Herborg elsti vinnarin

TSF hevur seinnu árini lagt sera nógv arbeiði í at styrkja ungdómstelvingina, og má hetta sigast at hava borið ávøkstur í ár. So løgið sum tað ljóðar, so gjørdist unglingaføroyameistarin elsti vinnarin í kappingini. Vinnarin av Landsliðsbólkinum gjørdist Helgi D. Ziska bert 17 ár, vinnarin av 1. bólki gjørdist Rógvi E. Nielsen 15 ár, vinnarin av Almenna bólkinum gjørdist Margar Berg 16 ár, og vinnarin av unglingum gjørdist Herborg 17 ár, ið er ein mánaða eldri enn Helgi.


Fyrstu feðgarnir

Eisini er hetta fyrstu ferð, at faðir og sonur eru komnir í FM røðina. Andrias Ziska, ið er faðir Helga D. Ziska, vann føroyameistaraheitið í 1983. So meðan faðirin helt 25 ára jubileum, dró sonurin enn eitt FM heitið inn í familjuna.

Tó skal sigast, at í 1938 stóð skrivað í Sosialinum: “tann, sum ikki vil góðkenna J.P. Hendriksen sum føroyameistara í talvi, má sum skjótast venda sær til Havnar Telvingarfelag fyri at fáa í lag kapptelving við hann”. J.P. Hendriksen var tá mettur sum føroyameistari, og seinni var sonur hansara, Jákup Hendriksen, eisini ein at sterkastu telvarunum. Men hann er ikki skrásettur sum føroyameistari, hóast søgan ikki sigur nógv um árini frá 1956 til 1971.

Men tá hugsað verður um almennu FM kappingina, er hetta ikki hent áður.


Røðin av føroyameistarum, síðan fyrsta almenna FM kappingin varð hildin, er:


Ár Føroyameistari

2008 Helgi D. Ziska, HT

2007 John Rødgaard, VT

2006 Martin Poulsen, HT

2005 Carl E. N. Samuelsen, VT

2004 Martin Poulsen, HT

2003 Martin Poulsen, HT

2002 Hans K. Simonsen, KT

2001 John Rødgaard, VT

2000 Flóvin Tór Næs

1999 Heini Olsen, KTF

1998 John Rødgaard, VT

1997 Rani Nolsøe, KTF

1996 Rógvi W. Rasmussen, HT

1995 Eyðun Nolsøe, KTF

1994 Torbjørn Thomsen, KT

1993 Heini Olsen, KTF

1992 Heini Olsen, KTF

1991 Heini Olsen, KTF

1990 Steintór Rasmussen, KTF

1989 Heini Olsen, KTF

1988 Torkil Nielsen, ST

1987 Bogi Ziska, STF

1986 Torkil Nielsen, ST

1985 Jens Chr. Hansen, TT

1984 Torkil Nielsen, ST

1983 Andrias Ziska, HT

1982 Jens Chr. Hansen, TT

1981 Jens Chr. Hansen, TT

1980 Súni Ziska, HT

1979 Jens Chr. Hansen, TT

1978 John Jacobsen, VT

1977 Hanus Hansen, KT

1976 Luitjen Apol, HT

1975 Luitjen Apol, HT

1974 Luitjen Apol, HT

1973 Súni Ziska, HT

1972 Hans Petersen, VT