Niels Peter Bech er ein av teimum, sum støðugt hevur virkað fyri, at Tjaldur kann vinna sær sæti ovast í føroyskum kvinnuhondbólti. Og hann var ovurfegin, tá liðið við sigrinum í gjár hevði syrgt fyri sínum fyrsta finaluplássi yvirhøvur.
- Hetta kennist heilt fantastiskt. Hetta er veruliga nakað stórt fyri felagið, og fyri alt økið her er talan eisini um eina veruliga positiva hending. Eg kenni í øllum førum nógv, sum vanliga slettis ikki fara til hondbóltsdystir, men sum longu hava sagt, at tey ætla sær til Havnar um eina viku.
Men Niels Peter viðgongur eisini, at tað var hart at hyggja at, tá StÍF eina løtu hótti við at venda øllum fullkomuliga á høvdið og taka eitt púra óvæntað finalupláss.
- Eg haldi, at nervarnir hingu uttan á hjá spælarunum. Tað hjálpti tó, tá venjarin setti Marianella Pratru inn í dystin. Hon fekk fleiri góð mál frá veinginum, og so koyrdi aftur betur hjá okkum.
Áðrenn tey í Tjaldri kunnu droyma um nakra steypafinalu, skulu tey tó eisini spæla týðandi dystir í landskappingini. Næstu ferð á útivølli móti Stjørnuni í eini undansýning av steypafinaluni. Og hóast talan er um harða skrá, so tykist Niels Peter ikki hava tað heilt stóra ímóti hesum.
- Allir dystirnir hjá okkum eru serstakliga týdningarmiklir nú. Talan er mest sum um finalu hvørja ferð, so vit mugu bara vóna, at spælararnir støðugt klára at halda spælinum á einum góðum støði, sigur Niels Peter Bech.