Søguligt á Argjum

Klokkan 15 verður besta HB liðið fyri fyrstu ferð nakrantíð gestur í landskappingarørindum á Argjum.

HB verður roknað sum stórfavorittur, men AB sigurin á B36 í steypakappingini stendur framvegis so mikið feskur í huganum, at HB sjálvandi er tilvitað um, at tað skal stríðast fyri søkini.

Hjá AB eru Bogi Hermansen og Jónas Stenberg nýggir í hópinum. Í HB er nógv fólk at velja ímillum. Venjarin, Krzystof Popczynski, tykist hava funnið rætta mannin at røkja vinstra vongverja plássið, sum tað hevur verið ivi um. Tór-Ingar Akselsen hevur røkt plássið sera væl seinastu ferðirnar.