Søguligi Páll: Hetta er stórt og ein æra (FM1)

(FM1) Legendan, Kurt Mørkøre hevur mist fyrsta plássið á tí søguliga toppskjúttaralistanum hjá KÍ til Páll A. Klettskarð

##med2##

KÍ gjørdi sína skyldu, helt fast við oddasessin og hevur framvegis fult stigatal, og hevur framvegis ikki latið eitt mál inn fyrstu fýra dystirnar í Betrideildini í ár. Tað kundi verið yvirskriftin, men tað er tað ikki.

Yvirskriftin er, at Páll A. Klettskarð skoraði síni mál nummar 126 og 127 fyri KÍ, og hann er nú nummar eitt á søguliga toppskjúttaralistanum hjá KÍ har legendan, Kurt Mørkøre hevur átt fyrsta plássið við 125 málum í mong ár nú.

KÍ – EB/Streymur 3-0 (2-0)

1-0: Páll A. Klettskarð 36.

2-0: Árni Frederiksberg 39.

3-0: Páll A. Klettskarð 59.

- Hetta er stórt og ein stór æra, sigur Páll A. Klettskarð um søguligu hendingina sum áskoðararnir vóru vitni til við Djúpumýru í Klaksvík í dag.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu FM1 gjørdi við søguliga toppskjúttan hjá KÍ fyri løtu síðani. 

 

(Samrøða við Páll A. Klettskarð (134 mál fyri KÌ))