AVTALA
Strandarlondini, Føroyar, Ísland, Noreg og ES, komu í gjár ásamt um at áseta heildarkvotuna av svartkjafti fyri 2011 til 36.908 tons.
Andras Kristiansen, sum var við í samráðingunum í London, sigur, at avgerðin er grundað á semjuna um langtíðarumsiting av svartkjaftastovninum frá 2008.
- Talan er um eina stóra lækking í heildarkvotu samanborið við undanfarin ár, ásannar hann.
Altjóða Havgranskingarstovnurin ICES hevur í síni stovnsmeting og sínum tilmæli víst á, at svartkjaftastovnurin hevur verið fyri stórari afturgongd seinastu árini.
- Tilgongdin til stovnin hevur svikið fleiri ár á rað. Hesi viðurskifti hava gjørt, at tilmælið frá ICES er at halda munandi aftur í fiskiskapinum.
Andras Kristiansen sigur, at semjan um langtíðarumsiting av svartkjaftastovninum ásetir, at tá gýtingarstovnurin er undir 1,5 miljónir tons, skal veiðitrýstið ikki vera størri enn 4,4% av vaksna stovninum.
- Svartkjaftastovnurin er við árslok 2010 mettur at vera um 800.000 tons. Samsvarandi hesum viðurskiftum eru strandarlondini komin ásamt um heildarkvotuna fyri 2011. Kvotan fyri 2011 skal samanberast við heildarkvotuna fyri 2010, sum var 497.022 tons. Føroyska kvotan í 2011 verður 9.642 tons. Í ár var kvotan 129.847 tons, sigur Andrass Kristiansen.










