Norska fiskivinnuumsitingin hevur fingið eina søguliga umsókn frá norska alirisanum, SalMar Ocean, sum søkir um loyvi at ala laks í einum risastórum aliringi úti á opnum havi.
Í tíðindaskrivi, sum iLaks.fo endurgevur burtur úr, sigur norska fiskivinnuumsitingin, at hetta er fyrstu ferð, at nakar søkir um at sleppa til havs at ala.
Tað var í 2019, at SalMar fekk tilsøgn um átta menningarloyvi til tess at kunna royna tøknina í tí, sum verður rópt Smart FishFarm (SFF).
- Tað er henda alistøði, sum felagið hevur ætlanir um at leggja út á leiðina, ið talan er um, veit fiskivinnuumsitingin at siga.
Í umsóknini hjá SalMar verður víst á, at ætlaða nøgdin av laksi í risastóra aliringinum verður á 19.000 tons, og tað er hetta, sum alistøðin verður bygd til at kunna framleiða.
Tað var annars í 2019, at norska fiskivinnuumsitingin í samstarvi við havgranskingarstovnin peikaði á nøkur øki, sum kunnu ávísast til aling á opnum havi.
Økið, sum SalMar hevur søkt um til sítt alivirksemi á opnum havi, er í ytra kanti av tí, sum fiskivinnuumsitingin kallar Øki 11, Frøyabanki Norður.
Nú skal so norska fiskivinnuumsitingin viðgera umsóknina, og SalMar er eisini í samráðingum við norska skipasmiðju um at byggja risastóru alistøðina til endamálið.
##med2##