Søgulig útskifting

Fyri fyrstu ferð var føroyskur spælari skiftur bæði inn og út í undankappingardysti

Fótbóltur

 

Fyri fyrstu ferð nakrantíð í undankappingardysti varð ein føroyskur spælari bæði skiftur inn og skiftur út í sama dysti. Marni Djurhuus varð skiftur inn, tá ið Óli Johannesen fór av vøllinum í 36. minutti. Tá ið venjarin í 2. hálvleiki gjørdi av at spenna álopsbogan uppaftur meiri, varð Marni Djurhuus skiftur út aftur. Í 77. minutti kom Símun Samuelsen á vøllin fyri hann.

Tað kemur ikki ofta fyri, at innskiftur spælarin verður útskiftur. Í altjóða skrásettum vinar landsdystum fyri Føroyar er tað komið tvær ferðir fyri.

Fyrra ferðin var í 1989, tá ið Kanada vann 1-0 á Føroyum í Klaksvík. Ta ferðina varð Jógvan Petersen í B68 bæði skiftur inn og út. Hann loysti Gunnar Mohr úr HB av í 32. minutti, og í 62. minutti varð Kurt Mørkøre úr KÍ settur á vøllin fyri Jógvan Petersen.

Seinna ferðin var í vinardystinum á Svangaskarði ímóti Noregi 11. august í 1993. Ta ferðina varð Páll á Reynatúgvu úr B71 settur á vøllin í 23. minutti, tá ið hann loysti Jon Johannesen úr TB av. Í 73. minutti varð Páll á Reynatúgvu skiftur út aftur. Tá kom Eyðfinn Olsen úr B68 á vøllin.