Søgulig semja í Zimbabwe

Robert Mugabe, forseti, og Morgan Tsvangirai, andstøðuleiðari, hava skrivað undir samstarvsavtalu Fyrrapartin hava forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe, og andstøðuleiðarin, Morgan Tsvangirai, skrivað undir eina søguliga avtalu um samstarv.

Avtalan ber í sær, at Mugabe heldur fram sum forseti, og at Tsvangirai verður forsætisráðharri.

Suðurafrikanski forsetin, Thabo Mbeki, hevur verið semingsmaður, og hann og aðrir afrikanskir leiðarar vóru hjástaddir, tá avtalan bleiv undirskrivað í zimbabwiska høvuðsstaðnum Harare fyrrapartin.

Robert Mugabe hevur havt valdið í Zimbabwe, síðani landið fekk sjálvsstýri frá Bretlandi í 1980.