- Allar ósemjur eru ikki fingnar av vegnum, men tað er mín vón, at hendan avtalan leggur grundarlag undir víðari samstarvi um umsiting av kongafiskastovnunum í Irmingarhavinum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. Á fundi í Reykjavík hesa vikuna um kongafisk í Irmingarhavinum komu strandarlondini, ið eru Føroyar, Grønland og Ísland, saman við ES og Noreg, til eina semju um, hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi fýra árini.
Rusland, sum hevur luttikið í samráðingunum frammanundan, møtti ikki upp til fundin í Reykjavík og er ikki við í semjuni.
Fiskimálaráðið sigur, at talan er um eitt gjøgnumbrot í samráðingunum um umsiting av hesum fiskastovnum. Í fyrsta lagi, tí hesar samráðingarnar hava verið afturvendandi í fleiri ár, uttan at semja hevur verið fingin. Í øðrum lagi, tí tað loksins er eydnast pørtunum at semjast um at taka hædd fyri vísindaligu ráðgevingini um stovnsuppbýti. Og í triðja lagi, tí talan er um eina semju fyri fýra ár og ikki bara yvir eitt ár.
- Tó at ikki allar ósemjur eru fingnar av vegnum, er tað mín vón, at hendan avtalan leggur grundarlag undir víðari samstarv um umsiting av kongafiskastovnunum í Irmingarhavinum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Í út við 10 ár hava samráðingar verið um eina skipan av fiskiskapinum eftir kongafiski í Irmingarhavinum, uttan at nøkur semja hevur verið fingin. Samráðingar hava verið millum strandarlondini sínámillum og í øðrum førum millum strandarlondini og hini limalondini í NEAFC. Ósemja hevur serliga verið um stovnsuppbýti, heildarkvotu og býti av slíkari.
Á fundi í Reykjavík hesa vikuna eydnaðist so loksins strandalondunum, saman við ES og Noreg, at semjast um eina avtalu, sum síðani fer víðari til atkvøðugreiðslu í NEAFC. Avtalan leggur karmarnar fyri fiskiskapinum eftir kongafiski í Irmingarhavinum frá 2011 og fram til 2014.
Vísindaliga ráðgevingin sigur, at tveir kongafiskastovnar eru í Irmingarhavinum, ein stovnur á djúpum sjógvi, sum er í landnyrðingspartinum av Irmingarhavinum og ein ?ovari stovnur?, ið er í útsynningspartinum. Báðir stovnar verða mettir at vera illa fyri. Vísindaliga tilmælið fyri 2011 er, at í mesta lagi 20.000 tons eiga at verða fiskað av tí djúpa stovninum, meðan einki skal verða fiskað av tí ovara stovninum.
Semjan, sum nú er gjørd, ber í sær, at heildarkvotan fyri kongafiskin á djúpum sjógvi í 2011 verður 38.000 tons, harav føroysk skip kunnu fiska 2.557 tons, ið er 6,73% av heildarkvotuni.
- Hetta er meira enn Føroyar høvdu í gomlu avtaluni. Komandi árini verður heildarkvotan lækkað so líðandi og verður 20.000 tons í 2014. Samsvarandi vísindaligu ráðgevingini verður tað samstundis bannað at fiska av ovara stovninum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.