Søgulig rúmdarferð

Í kvøld varð amerikanska rúmdarferjan Atlantis send út í rúmdina. Ferðin er søgulig, tí hetta er ikki bara tann seinasta ferðin hjá Atlantis, men samstundis tann seinasta ferðin hjá teimum amerikonsku rúmdarferjunum, sum byrjaðu fyri 30 árum síðani.

Ferðin hjá Atlantis varir 12 dagar. Manningin telur fýra.

Amerikanararnir hava bygt seks rúmdarferjur, men tann fyrsta, sum eitur Enterprise, hevur ongantíð verið úti í rúmdini. Hinar fingu nøvnini Discovery, Endeavour, Atlantis, Challenger og Columbia. Columbia var tann fyrsta, sum fór út í rúmdina. Tað var í 1981. Í 2003 sprongdist hon, og tey sjey umborð doyðu. Hetta var onnur vanlukkan við rúmdarferjunum. Tann fyrra var í 1986, tá Challenger sprongdist, beint eftir at hon var farin uppfrá. Øll sjey umborð lótu lív.