Søgulig og virðisleys samtykt

Oddagrein

 

Tað var ein søguligur dagur fríggjadagin, tí henda dag samtykti ein meiriluti í Løgtinginum uppskotið um ?sjálvstýri Føroya fólks?. Uppskotið til samtyktar er størsta samtykt á sjálvstýrisleið, tí eftir henni skal føroyska heimastýrið taka yvir eini 10 málsøkini í seinasta lagi 1. Januar 2002. Harafturat skal heildarveitingin lækkast millum 300 og 400 milliónir krónur frá sama degi!


Talan er um eitt uppskot til samtyktar, sum hevur gildið í 12 ár, og ikki um eina lóg. Harafturat er vert at leggja til merkis, at tað eydnaðist ikki landsstýrinum at fáa stóra andstøðuflokkin, Javnaðarflokkin, við í meirilutan. Hetta kann ikki merkja annað enn, at landsstýrið sjálvt leggur lítið í virðið á samtykt og ætlan, tí spurningurin er, hvat hendir eftir komandi val.


Sum er, hevur landsstýrið einans tvær atkvøður í meiriluta, men eftir fleiri veljarakanningum kann tað henda, at landsstýrið fer at missa henda meiriluta. Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin standa fyri afturgongd, og tí kann støðan lættliga gerast hon, at neyðugt verður annaðhvørt at fáa Javnaðarflokkin ella Miðflokkin við í eina nýggja samgongu.


Men tann støða kann eisini taka seg upp ? tá veljarin sær álvaran at lækka blokkin 400 milliónum í einum ? at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fáa helvtina ella meirilutan í Løgtinginum, kanska saman við einum av smærru flokkunum. Spurningurin er, hvat virðið eitt uppskot til samtyktar tá hevur? Einki, hevur Sambandsflokkurin sagt!


Sjálvandi skuldi landsstýrið roynt at fingið Javnaðarflokkin við, og tikið undir við tí meiri hóvliga tilmæli hansara. Tað miðjaði í móti at lækka heildarveitingina stívliga 100 milliónir og taka yvir eini trý málsøki hetta árið. Hesin møguleiki ? kanska eitt sindur størri upphædd og okkurt málsøki afturat ? hevði skapt møguleika fyri einum konsensus-politikki. Harafturat høvdu vit fingið prógvað, hvat árin tað hevði havt á føroyska búskapin at klípa einar 120-150 milliónir burtur úr, í staðin fyri at skera heilar 400 milliónir burturúr.


Flestu føroyingar vilja hava sjálvstýri og taka størri ábyrgd á seg, men spurningurin er, um henda samtyktin ikki ræðir fólk, og gevur Sambandsflokkinum betri byr til komandi val. Tí er spurningurin, hvat virðið landsstýrið leggur í eina óbindandi samtykt við lítlum meiriluta?