Tað var einki minni enn ein søguligur tilburður, tá Elizabeth bretadrotning tók í hondina á fyrrverandi IRA-leiðaranum Martin McGuinness í Belfast í gjár. Onkur vildi vera við, at hetta var ein av teimum týdningarmestu tilburðunum í heimssøguni, meðan onnur hildu, at tað var skeivt av drotningini at taka í hondina á einum manni, sum hevur so blóðugar hendur.
Í dag er Martin McGuinness varafyristiráðharri í Norðurírlandi, men ein sannroynd er tað, at av dagsins norðurírsku og írsku politikarum er hann millum teirra, sum hava ta mest blóðugu fortíðina, skrivar NRK. Í 1970-árunum var hann ein av leiðarunum í IRA, hóast hann ongantíð hevur viðgingið tað.
Sjálv misti Elizabeth drotning eitt systkinabarn í einum IRA-álopi. Tað var, tá IRA sprongdi bátin hjá Lord Mountbatten í luftina ein dagin í 1979.