Søgulig løta í býráðnum í Havn

Tað var ein søgulig løta í Tórshavnar Býráð í Kvøld.

Nývalda býráð hevur havt fund í kvøld, har samstarvsavtala varð undirskrivað ímillum allar flokkar í býráðnum.

Sostatt eru allir flokkar við í samstarvinum og ongin er uttanfyri.

Tað er ikki hent fyrr í søguni hjá Tórshavnar Býráði, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá ið býráðið skipaði seg.

Nýggja samstarvsavtalan er eitt skjal, har bara tey heilt yvirskipaðu málini eru sett upp.

- Flokkarnir eru samdir um at gera eitt nýtt skjal, sum lýsir tey høvuðsmál, býráðið skal arbeiða við í valskeiðnum.

Annars staðfestir samstarvsavtalan, at bygnaðurin í Tórshavnar Býráði skal broytast við tað, at tað hereftir verða færri nevndir.

Hvussu tær verða mannaðar, sæst í aðrari grein longur niðri á Portalinum.

Hetta verður gjørt fyri at effektivisera málsgongdirnar.

- Mál ferðast mangan ov leingi í politisku og fyristingarligu skipanini, áðrenn tey verða endaliga avgreidd, men færri nevndir kunnu bøta um arbeiðslagið og avrikini hjá býráðnum.

Annars eru flokkarnir samdir um, at víðka um heimildirnar hjá umsitingini at avgreiða mál innanfyri politisku karmarnar fyri at tryggja skjótari avgreiðslu.

Somuleiðis skulu flestu nevndarfundir vera í vanligari arbeiðstíð, tá ið fyrisitingin hjá kommununi eisini er tøk.