Ikki færri enn átta føroysk tónlistafólk geva út og fara á konsertferð í Europa næsta ár, sum eitt úrslit av FAME samstarvinum í samband við G! 2012.
Beinleiðis fjølmiðlaumrøðan av G! rakk áleið 15 milliónir fólk, mest í Europa. Líka týðandi, komu fleiri plátusáttmálar og bookingavtalur í lag sum eitt beinleiðis úrslit av at fólk úr tónleikavinnuni vóru á G!, og hoyrdu føroysku bólkarnar.
M. a. gjørdi Marius Ziska ein plátusáttmála við týska Stargazer og Benjamin við Pop-up Records. Báðir gjørdu booking sáttmála við Pop-up Booking. Harumframt fekk TUTL eina distributiónsavtalu við Cargo og Believe fyri sonevnda GSA marknaðin -Týskland, Sveits, Eysturríki. Tað merkir at alt katalogið hjá TUTL verður tøkt í áðurnevndu londum. Fleiri nýggjar útgávur hjá TUTL vera somuleiðis førdar fram við promotion herferðum í GSA økinum.
Útgávur og konsertferðir sum standa á skrá í 2013 eru við m.ø. Marius Ziska, Benjamin, Eivør, Hamferð, Sakaris, Orka, Budam og Frostfelt.
Sambært Jón Tyril, tónleikastjóra í G!, hevur føroyskur tónleikur, samlað sæð, neyvan gjørt so stór framstig, hvat viðvíkir útgávu- og konsertvirksemi uttanlands, sum í ár. Hetta kemur sambært honum at síggjast aftur í útgávum og konsertferðum næsta árið.
Hetta er fyribils hæddarpunktið eftir miðvíst samstarv um tónleikaframa í fleiri ár. Og næsta árið kemur veruliga at vísa fruktirnar av hesum arbeiði, sigur hann.
G! hevur síðani byrjan havt sum eitt endamál at fáa føroyskan tónleik út um landoddarnar, og síðani 2006 hevur festivalurin samstarvað við almennu myndugleikarnir um at nýta G! sum pall til tónleikaframa uttanlands. Í ár var fyrsta árið, har plátufelagið TUTL, sum hevur 35 ára royndir, var við í samstarvinum. Teir tríggir partarnir valdu síðani at skipa seg í FAME samstarvið.
Árið í ár er søguligt, við tað at lunnar eru lagdir undir eitt so stórt virksemi uttanlands, sum ikki er sætt áður. Føroyskur tónleikur stendur í so máta við eitt vegamót, og nú ræður um at smíða meðan jarnið er heitt, sigur Jón Tyril.
FAME stendur fyri Faroe Islands Alliance for Music Export og er eitt samstarv millum G!, TUTL og Promote Faroe Islands hjá Løgmansskrivstovuni.
Trýst her fyri at síggja eftirmeting fyri virksemið hjá FAME í samband við G! 2012,. Skrivað hevur The Rocking Factory við Christian Hald Buhl.