Søgulig forsetakona

10 ting um Hillary Clinton - Sum forsetakona hevði hon eisini sínar meiningar og var virkin í politiskum arbeiði. Nú er Hillary Clinton uttanríkisráðharri í USA

Hillary var borin í heim í Chicago fyri 62 árum síðani. Hon vaks upp í býunum fyrstu árini, men seinni flutti familjan til Park Ridge í Illinois.


Ættarbondini hjá Hillary eru serliga úr Onglandi og Wales – men hon hevur eisini røtur í Skotlandi, Fraklandi og Hollandi.


Pápi Hillary, Hugh, hevði eitt minni tekstilvirki, sum gekk væl. Mamman, Doroty, var heimagangdi. Hillary hevur tveir yngri brøður.


Í skúlanum var Hillary ein yndisnæmingur hjá lærarum í Park Ridge. Í skúlanum fekk hon góð skoðsmál, og við tíðini var hon eisini virkin í skúlaráðum og skúlabløðum.


Í 1960’unum arbeiddi Hillary Clinton fyri republikansk forsetavalevni. Í 1964 var hon við í valstríðnum fyri Barry Goldwater.

Í 1973 fekk hon prógv sum løgfrøðingur á Yale Law School og starvaðist í fleiri ár sum advokatur í Arkansas. Tvær ferðir varð hon vald millum 100 teir týdningarmestu advokatarnar í USA.


Í 2000 var hon fyrsta forsetakona, sum stillaði upp til eitt val í USA. Hon var vald í senatið umboðandi New York.


Tá ið hon í 2008 royndi at gerast forsetavalevnið hjá demokratunum gjørdist hon tann kvinnan, sum hevði klárað seg best í einum slíkum vali. Men hon tapti tepurt til Barack Obama.


Tá ið Hillary í januar í ár varð vald til uttanríkisráðharra, gjørdist hon fyrsta og higartil einasta forsetakonan, sum varð blivin ráðharri í USA.


Hillary hevur ongantíð verið so vælumtókt millum amerikanarar, sum tá hon stuðlaði manninum, Bill Clinton, eftir at hendingin við Monicu Lewinsky kom fram. Hennara umdømi millum fólk vaks við 70 prosentum í kanningum eftir hetta.